Føroyskur flogskipari: Settur í samband við altjóða yvirgang

Í nýggjari norskari bók verður føroyskur flogskipari settur í samband við morðroyndina móti bókaútgevaranum, sum gav bókina »Satans ørindi« hjá Salmam Rushdie út á norskum. Føroyski flogskiparin vísir aftur skuldsetingunum, og løgreglan hevur higartil eingi prógv funnið fyri pástandinum


 

Morðroynd

 

Jógvan Hugo Gardar, Oslo

 

 

 

Norski rithøvundurin og tíðindamaðurin Odd Isungset skrivar í bók síni at føroyski flogskiparin, Kaj Egholm, kann hava flogið bæði Salman Rushdie og teir sum 11. oktober 1993 royndu at drepa William Nygaard, norska útgevaran, sum gav út »Satans ørindi« á norskum.

 

Hvat gjørdi føroyski flogskiparin á Fornebu-flogvøllinum í Oslo tann 11. oktober 1993? Og hví lendi hann á sama flogvølli fýra samdøgur frammanundan?

 

Føroyski flogskiparin lendi fleiri ferðir í 1993 á norskum flogvøllum. Loggbókin vísir at hann var á Fornebu sama dag, sum William Nygaard bleiv skotin, eins og at hann var á Fornebu fýra samdøgur frammanundan.

 

 

 

Rossahandil

 

Persónurin, sum hevur vavt Kaj Egholm inn í drápsroyndina á Nygaard, er pengainnkrevjarin, Hassan Sombol. Sombol fekk lovað linari revsing, um hann kom við teimum upplýsingunum, hann hevði um Nygaard-drápsroyndina.

 

Sambært Hassan Sombol, fór fyrstiskrivarin við iransku sendistovuna í Oslo, Mohammad Nikkhah, ikki úr Oslo, sum tað annars stendur í yvirlitinum hjá flogfelagnum, sum hann hevði ferðaseðil við. Sendimaðurin skal hava syrgt fyri, at tað sá út, sum um hann var farin til Iran tann 7. oktober.

 

Sambært Sombol, hevði Nikkhah ferðaseðil við flogfari til Teheran. Hann skuldi millumlenda í Kastrup. Meðan ein annar persónur helt fram ferðina til Teheran við passinum hjá Nikkhah, setti Nikkhah seg í eitt lítið flogfar, sum hevði kós aftur móti Noreg. Á hendan hátt kom hann sær aftur til sendistovuna á Drammensvegnum í Oslo, samstundis sum sjónlig spor í yvirlitinum hjá flogfelagnum vísa, at hann helt leiðina fram til Teheran.

 

Í bókini metir Isungset, at eftirlitið á Fornebu og Kastrup er so vánaligt, at hetta skiftið hevur verið møguligt. Nøkur svar eru at finna í dagbókunum fyri sivila flogferðslu. Sambært hesum dagbókum, vóru fleiri flogfø,r sum høvdu túrar millum Danmark og Noreg, bæði tann 7. oktober og tann 11. oktober.

 

Tað sum Isungset serliga hevur lagt til merkis, er Muk Air OY FCC, sum fór frá Kastrup hósdagin 7. oktober kl. 19.39 og lendi á General Aviatioan (GA)-terminalinum á Fornebu 50 minuttir seinni.

 

Eftir at hava staðið á Fornebu í ein tíma, setti flogfarið kósina móti Aarhus, ikki Keypmannahavn. Flogskipari á túrinum var Tore Landing, sonur eigarin av flogfarinum, og við hansara lið sat Kaj Egholm. Løgreglan hevur eisini havt serligan áhuga í flogfarinum hjá Muk Air, uttan tó at finna prógv, sum kunnu knýta Muk Air til drápsroyndina.

 

 

 

Aftur til Fornebu

 

Fýra samdøgur seinni er enn eitt flogfar hjá Muk Air skrásett í dagbókini á Fornebu. Aftur hesaferð situr Kaj Egholm í stýrhúsinum. Hesferð hevur hann ein annan hjálparmann við. Flogfarið lendir á Fornebu kl. 11.23 og setir kós móti Kastrup umleið ein tíma seinni. Men ferðin til Fornebu var ikki tann vanliga. Flogfarið kom úr Kristiansund, har tað hevði verið í næstan fýra tímar. Flogfarið var árla á morgni komið úr Cardiff. Sambært upplýsningunum, sum Kristainsund Lufthavn hevur, lendi flogfarið kl. 06.48.

 

Odd Isungset skrivar í bók síni, at tað ikki er nakað sum sigur, at flogfarið ikki kann hava havt ein iranskan diplomat við úr Keypmannahavn tann 7. oktober, og ein persón við úr Oslo tann 11. oktober. Møguleikin er, at hetta eisini kann vera sami persónur, sum er flogin inn til Noregs og útaftur ? uttan um eftirlitið á hesum vallunum.

 

Tað er møguligt hjá ferðafólki, sum er í altjóða fráfaringarhøllini í Kastrup, at fara við einum privatum flogfarið, uttan at tað verður skrásett nakrastaðni. Sendistovan kann eisni hava framleitt tvey pass, fyri at tveir persónar lættliga kundu skifta samleika í fráfaringarhøllini.

 

Samstundis var tað møguligt at lenda á Fornebu og taka ein bil haðani, uttan at nakar kannaði, hvør kom við flogfarinum. Tey, sum vanliga brúktu terminalin fyri privatflogfør, ella GA-terminalin, vóru sum oftast umboð fyri verjuna, handilsfólk og smærri flogfeløg, sum flugu innanlands. Tá flogfør komu uttan úr heimi, fingu toll- og passmyndugleikarnir boð um hetta. Flogførini blivu bert kannað, um toll- ella passmyndugleikarnir mettu at tað vera neyðugt. Komu flogførini úr einum øðrum norðurlandi, vórðu tey sjáldan kannað.

 

 

 

Persónur ella vápn

 

Tað, sum Isungset ikki fær heilt til at passa inn í samanhangin, er, hví flogfarið ikki kom til Fornebu fyrrenn tríggjar tímar aftaná drápsroyndina. Um flogfarið skuldi brúkast til at fáa tann, sum skeyt skotini, út úr landinum, so eru tríggir tímar long tíð. Lufthavnirnar kundu longu verið stongdar tá. Men møguleikin er, at teir báðir flogskipararnir ikki settu kós móti Fornebu, fyrr enn boð komu úr Oslo. Tað kann rætt og slætt í seinastu løtu vera hent okkurt, sum gjørdi at ætlanin varð broytt.

 

Sambært Isungset, kann tann, sum royndi at drepa William Nygaard, í seinastu løtu hava valt at flýggja ein annan veg enn um Fornebu. Men han vísir eisini á, at tað er møguligt, at bert skotvápnið, ella partar av tí, bleiv flutt um Fornebu við flogfari. Tað kann hava verið sent til Oslo tann 7. oktober. Hetta vóru minst fýra dagar áðrenn Nygaard skuldi drepast, og møguleikin fyri at royndarskjóta vápnið vóru góðir.

 

Um so var, at bert skotvápnið ella partar av tí skuldu sendast av landinum aftur, so kundi hetta leggjast í ein vanligan jet-pack. Hesir pakkar vórðu sjáldan kannaðir. Hetta var nakað, sum tann føroyski flogskipari var vitandi um. Hann fleyg fleiri hundrað kilo av hasj yvir Skagerak og visti væl, hvussu norsku og donsku lufthavnirnar arbeiddu. Og hvussu góðs kundi fáast inn í Noreg uttan um tollvaldið.

 

Tey, sum løgdu ætlanina um at drepa William Nygaard, vóru vitandi um, at hann hetta vikuskiftið var á stóru bókastevnuni í Frankfurt. Á hesi stevnu hevur hann luttikið á hvørjum ári síðani fyrst í sjeytiárunum. Einasta broytingin í 1993 var, at hann kom aftur til Oslo leygardagin og ikki mánamorgunin, sum hann vanliga ger. Møguliga bleiv drápsroyndin framskundað, tá tað vísti seg, at Nygaard kom heim aftur fyrr enn ætlað. Ætlanin hevur í øllum førum verið at drepa Nygaard mánadagin.

 

 

 

Fleyg føroyskan fiskimann

 

Hvørki tann førøyski flogskiparin ella teir báðir donsku, sum vóru við á hesum túrunum, hava viðgingið, at teir hava flutt nakran persón ella pakka, sum kann setast í samband iransku sendistovuna í Oslo. Bæði tíðindafólk og løgreglan hava fregnast hjá hesum trimum flogskiparunum, uttan at fáa nakrar upplýsningar, sum kunnu knýtast til drápsroyndina.

 

Serliga var føroyski flogskiparin lítið sinnaður at siga nakað. Hann segði, at hann als einki kendi til, at hann skal hava havt nakað samband við iranar, sum búgva í Noregi. Hann skal hava sagt, at tann persónurin, sum var við í flogfarinum úr Kastrup tann 7. oktober, var ein føroyskur sjómaður. Orsøkin til, at flogfarið fór úr Noregi til Aarhus og ikki Kastrup hendan dagin, skal hava verið mjørki í Keypmannahavn.

 

Sambært føroyska flogskiparanum, skal rutan hendan dagin, drápsroyndin varð framd, vera knýtt til oljuvinnuna. Flogfarið skal sunnudagin 10. oktober hava flogið úr Kastrup til Amsterdam og víðari til Cardiff. Mánamorgunin skal flogfarið hava tikið við sær ein eykalut til eina fyritøku í oljuvinnuni. Eykaluturin skuldi flúgvast til Kristiansund. Hesa bílegging hevur oljufyritøkan váttað. Hjálparflogskiparin hevur sagt, at hann minnist tann langa steðgin í Kristiansund, men at hann ikki minnist, hví teir millumlendu á Fornebu.

 

Norska løgreglan hevur kannað túrarnar hjá Muk Air, men hevur ikki kunna sett flogtúrarnar beinleiðis í samband við drápsroyndina.

 

 

 

Fleyg við Rushdie

 

Stutt eftir drápsroyndina bleiv føroyski flogskiparin handtikin fyri at hava brúkt sítt lítla flogfar til at smugla hasj til Noregs. Ein av seinastu uppgávunum, hann fekk, áðrenn løgrelan tók hann, var at flúgva fyri norsku stjórnina. Í samband við sokallaðu Oslo-samráðingarnar um frið í Miðeystri var brúk fyri at flyta teir ymsu persónarnar skjótt millum londini. Ein av hesum flogtúrunum fekk føroyski flogskiparin. Eitt av ferðafólkunum var best vardi politikkarin í Noreg hetta tíðarskeiðið, uttanríkisráðharrin Johan Jørgen Holst.

 

Tá flogskiparin bleiv tikin, fann løgreglan 100 kilo av hassj krógvað umborð á flogfarinum. Fyri hetta noyddist føroyingurin inn at sita í tvey ár og átta mánaðir.

 

Men so skjótt hann slapp út aftur, fleyg hann aftur. Hetta var á heysti 1996. Tá hevði í longri tíð verið eitt umfatandi orðaskifti í donskum fjølmiðlum, og Nyrup-stjórnin var kroyst. Salman Rushdie hevði fingið eina innbjóðing um at koma til Danmarkar, har hann skuldi fáa eina ES-virðisløn fyri arbeiði sítt. Danska stjórnin royndi stutt undan handanini at avlýsa tiltakið. Úrslitið var eitt politiskt ódnarveður, sum bert Føroya Banka-málið kann sammetast við. Stjórnin hjá Nyrup kúvendi og lovaði, at Rushdie ikki skuldi óttast vitjanina í Keypmannahavn.

 

Tá Salman Rushdie kom til Keypmannahavnar, var býurin fullur av løgreglufólkum og hermonnum, sum skuldu syrgja fyri at einki hendi rithøvundanum. Danska stjórnin megnaði ongantíð at prógva at nøkur hóttan móti Rushdie var komin. Sjálvur metti Salman Rushdie, at eingin hóttan var komin. Um donsku stjórnina segði hann, at tað besta hann kundi siga um Nyrup og stjórnina var, at tey serveraðu gott te.

 

Men hóast hesi sera umfatandi trygdartiltøkini, var tað tann føroyski flogskiparin júst leyslatin fyri umfatandi narkotikasmugling, sum fekk til uppgávu at flúgva Salman Rushdie frá Royal Air Force-flogvøllinum í Northolt uttanfyri London og til Danmarkar.

 

Umborð á flogfarinum skal føroyingurin og hjálparmaðurin hava fingið autografin frá Salman Rushdie.

 

 

 

Vápnasmugling

 

Eingin kannaði pappírini hjá flogskiparanum. Hevði fregnartænastan gjørt tað, so høvdu teir ikki bara funnið út av, at hann hevði smuglað hassj. Í samband við eina umfatandi vápnagølu, sum rakti Kekkia fyrst í nítiarunum kom navni hjá føroyska flogskiparanum eisini fram.

 

Hesa smugglingina váttaði føroyingurin sjálvur fyri tíðindafólkum, meðan hann sat inni. Ætlanin var at fáa 25.000 maskinpistólir og 3000 automatpistólir smugglaður inn til Bosnia.

 

Føroyski flogskiparin skal hava sagt, at hann ikki vildi vera við í ætlanini, tá hann skilti at talan var um vápn.

 

-- Skuldi eg flogið hesi vápnini, skuldi eg havt so nógvar pengar fyri tað, at eg skuldi kunna sitið og slappa av á eini lítlari heitari oyggj restina av lívinum