Faldarar til útlendsk ferðafólk í 20 ár

Síðan 1984 hava Traktatgrunnurin og Svenning av Lofti hvørt summar givið út faldarar til útlendsk feráafólk sum vitja í Føroyum. Talan er um ein snotuligan faldara við bæði søguligum og andaligum innihaldi

Síðan Traktatgrunnurin gav hendan faldara út fyrstu ferð fyri 20 árum síðan,
eru umleið 150.000 eintøk prentaði á nógvum ymiskum tungumálum. Umframt tey norðurlendsku verður faldarin eisini givin út á enskum, týskum, fronskum, sponskum, italskum og russiskum.

Svenning av Lofti sigur, at tey hava sera gott samband við føroysku
ferðavinnuna og fáa yvirlit yvir nær tey ymisku ferðamannaskipini koma og
fara, hvussu nógv ferðafólk eru við, og hvat mál tey tosa.

Øll hesi árini hava fólk staðið við landgongina á ferðamannaskipunum og
givið ferðafólkunum faldaran, men nú havnaøkið er stongt av, slepst ikki út á Molan at býta út.

Av somu orsøk hevur tað verið næstan ógjørligt at handa traktatir til ferðafólkini, sum fara útferðir, av tí at tey fara í bussarnar á Molanum og verða sett av aftur á Molanum.

Men tá skip liggja úti á vágni, er møguleiki at býta til teirra, tí tey verða sigld inn á Bursatanga í smábátum. Somuleiðis er møguleiki at náa tey ferðafólkini, sum verða koyrd í bussum heim á Farstøðina, har tey fáa ein faldara hvør.


Í bóklinginm er skrivað stutt um Føroyar og føroyska søgu, um veðrið, hvat
stýrislag vit hava og um Føroyar sum ferðamannaland. Síðan nakað um hvussu man fyrireikar seg til eina ferð, hvat man skal minnast til o.s.v.. Aftast er kristni boáskapurin um, hvussu man fyrireikar seg til eina longri ferð eftir hetta lívið.

Svenning av Lofti sigur, at nógv ymisk fólk hjálpa til í hesi tænastu, og
ferðafólkini er sera fyrikomandi og taka væl ímóti faldaranum.

Í ár hevur Billy Olsen í Havn samskipað útbýtingina av faldaranum. Tað er
ikki einans til ferðamannskipini faldarin verður býttur út, men eisini til
nógv onnur ferðafólk sum koma til Føroya.