Hetta er ein granat frá seinna heimsbardaga, men hetta er ikki granatin, sum varð funnin einar tveir kilometrar frá flogvøllinum í Vágum í gjár.

Fann granat frá seinna heimsbardaga í Vágum

- Vit hava skilt, at granatin varð funnin einar tveir kilometrar frá flogvøllinum, sigur vaktleiðarin í morgun.

Hetta er ein granat frá seinna heimsbardaga, men hetta er ikki granatin, sum varð funnin einar tveir kilometrar frá flogvøllinum í Vágum í gjár.

Gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan úr Vágum um, at fólk, sum vóru farin ein túr í hagan, høvdu funnið eina granat.

 

- Vit settu okkum í samband við Arktisk Kommando, sum tekur sær av slíkum málum, og vit hava skilt, at hetta er ein granat frá seinna heimsbardaga.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at sambært tí, sum fann granatina, lá hon ikki á slíkum staði, har fólk vanliga gongur.

 

- Vit skiltu, at granatin varð funnin einar tveir kilometrar frá flogvøllinum í Vágum.

 

Krígssavnið liggur beint omanfyri landsvegin við flogvøllin, og tískil hevur henda ganatin eftir øllum at døma ligið nærindis Krígssavninum síðan seinna heimsbardaga.

 

- Vit vita ikki meira um granatina, og tað kann vera, at Arktisk Kommando longu hevur verið á staðnum. 

 

Vaktleiðarin legði aftrat, at sambært manninum, sum fann granatina, liggur hon soleiðis fyri, at hon ikki er til ampa fyri gongufólk ella onnur um hesar leiðir.

 

 

 

Hetta er ein granat frá seinna heimsbardaga, men hetta er ikki granatin, sum varð funnin einar tveir kilometrar frá flogvøllinum í Vágum í gjár.