Oddsini eru næstan jøvn millum Víking og KÍ

Her eru oddsini upp á oddadystin Víkingur-KÍ

Seinnapartin í morgin klokkan 17 spæla Víkingur og KÍ útsetta dystin í Betrideildini hjá monnum.

 

Talan er um oddadyst. Víkingur er fremst í deildini við 63 stigum. KÍ er næstfremst við 54 stigum.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Liðini hava møtst tvær ferðir fyrr í ár, báðu ferðirnar á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. 12. mai vann KÍ 2-1 á Víkingi, og 2. juni vann Víkingur 2-0 á KÍ.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin í Sarpugerði eru næstan jøvn. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt pinkalítið vet til ein heimasigur til Víking.

 

Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 2,34 og 2,42.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,20 og 3,45.

 

Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 2,63 og 2,82.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##