Republikanska forsetavalevnið í USA, Donald Trump, vil hava USA úr krígnum í Ukraina. Mynd: Erik S. Lesser/EPA/Ritzau Scanpix

Trump vil hava USA úr krígnum í Ukraina

Republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, hevur fleiri ferðir sagt, at hann fer at steðga krígnum í Ukraina

Republikanska forsetavalevnið í USA, Donald Trump, vil hava USA úr krígnum í Ukraina. Mynd: Erik S. Lesser/EPA/Ritzau Scanpix

Kríggið í Ukraina fekk enn einaferð uppmerksemi frá Trump á valfundinum í Savannah í Georgia í dag. Her segði Trump, at hann heldur, at USA skal taka seg úr krígnum í Ukraina. Tað siga fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú CNN.

– Eg haldi, at vit standa føst í hesum stríðnum, um eg ikki verði forseti. Eg vil fegin fara. Vit mugu sleppa burturúr, segði Donald Trump á veljarafundinum.

Undir forsetakjakinum 10. september vildi Trump ikki svara, um hann vil hava Ukraina at vinna kríggið.

 

 

Republikanska forsetavalevnið í USA, Donald Trump, vil hava USA úr krígnum í Ukraina. Mynd: Erik S. Lesser/EPA/Ritzau Scanpix