Russiski skiparin: "You need to leave the area..."

Men, tað vildi stýrimaðurin og reiðarin á 15 metrar langa norska línuskipinum ikki við góðum. Teir settu seg upp ímóti boðunum. Hetta endaði við, at russar skutu ávaringarskot.

Tá norsku fiskimenninir ikki vildu víkja í norskum búskaparligum øki fyri einum 163 metra longum russiskum herskipi - Admiral Levchenko - skeyt herskipið eitt ávaringarskot eftir tí 15 metrar langa norska línubátinum.

 

- Tað bleiv rópt á okkum um radio: "This is Russian Warship, you need to leave the area... " sigur Øystein Orten, sum er stýrimaður við lítla línubátinum. 

 

Á myndini omanfyri er tað  Øystein Orten (vinstru megin) og tvíburabeiggi hansara, Torstein. Tað eru teir báðir, sum eiga og reka lítla línubátin, MS Ragnhild Kristine, sum eisini sæst á myndini.

 

Teir høvdu sett línu, tá stóra russiska herskipið rópti á teir. Russiski skiparin greiddi frá, at teir høvdu skjótivenjingar í økinum, og tí noyddust teir at rýma av leiðini, tó at teir vóru í norskum búskaparligum øki í Barentshavinum.

 

- Eg segði, at tað kom ikki upp á tal, at vit skuldu flyta okkum. Teir høvdu jú ikki rætt til at vísa okkum burtur, og vit høvdu línur, sum skuldu dragast, sigur reiðarin og stýrimaðurin, Øystein Orten í samrøðu við NRK.

 

Men, eftir at stýrimaðurin hevði givið russiska skiparanum hesi boð, kom herskipið við fullari ferð við kanónunum ímóti lítla norska línubátinum.

 

- Skipið var bara 200 metrar frá okkum. Teir brúktu tyfon-tokulúðurin í eini 15 sekund. Síðan skutu teir við einari kanón í sjógvin, og tað setti harðliga í skipið, sum skalv, sigur stýrimaðurin.

 

Lítli línubáturin varð ikki raktur beinleiðis, men trýstið merktist týðiliga umborð í MS Ragnhild Kristine.

 

- Vit gjørdust samdir við russiska herskipið um at flyta okkum nakað vesturyvir. Hetta var sjálvboðið tvang, sum tey siga í herinum, sigur Øystein Orten.

 

Menninir umborð í lítla línubátinum fingu at vita, at teir kundu koma aftur í økið eftir línunum um einar 5-6 tímar.

 

Hendingin fór fram í Barentshavinum hósdagin hin 12. september.

 

Tá manningin umborð í línubátinum setti seg í samband við norsku sjóverjuna um málið, søgdu tey bara, at teir noyddust at gerast samdir við russararnar.

 

- Tá segði eg skemtandi. Samdir um, nær teir skulu skjóta okkum - nú ella seinni, sigur norsku stýrimaðurin og reiðarin, Øystein Orten, við NRK.

Stýrimaðurin heldur tað slett ikki vera í lagi, at russar sleppa at hava slíkar skjótivenjingar í norskum búskaparligum øki, og at hetta gongur út yvir fiskiskipini í økinum.

 

- Vit hava ikki skyldu til at rýma úr norskum búskaparligum øki. Okkara myndugleikar eru feikir, rætt og slætt, tá teir ikki sýta fyri slíkum venjingum, sigur hann við NRK.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/russiskt-herskip-skeyt-avaringarskot-eftir-fiskiskipi

 

##med2##

 

 

 

 

 

Myndina av russiska herskipinum tók stýrimaðurin á línubátinum, Øystein Orten.