- Skal friður fáast í Ukraina, má Russland tvingast til frið!
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, tá hann luttók á einum fundi í ST-trygdarráðnum í dag.
- Vit vita, at onkur í heiminum ynskir at tosa við Vladimir Putin - møguliga fyri at hoyra hann siga, at hann er keddur av, at vit royna at verja okkara fólk.
Ukrainski forsetin segði, at ein slík samrøða er reinur ørskapur.
- Russland kann bara tvingast til frið, og tað er júst tað, sum er neyðugt at gera, legði Volodymyr Zelenskyj aftrat.
Ukrainski forsetin fanst at Iran og Norðurkorea, sum sambært vesturlendskum fregnartænastum lata Russlandi vápn.
Russland er fastur limur í trygdarráðnum hjá ST, og russisk umboðsfólk vóru hjástødd, tá ukrainski forsetin tosaði.
Seinni í hesi vikuni fer Volodymyr Zelenskyj at hitta Joe Biden, forseta og Kamalu Harris, varaforseta og forsetavalevni, í Hvítu Húsunum.
Hetta veit tíðindastovan, NTB, at siga í kvøld.