Flogbóltur
Føroyskur flogbóltur hevur verið umboðaður, hvørja ferð Oyggjaleikir hava verið hildnir, og aloftast hevur hetta eisini verið við sera góðum úrslitum. Fyrstu heiðursmerkini komu longu á Isle of Man í 1985, og síðani hevur við einstøkum undantøkum altíð eydnast okkara kosnu at føra heiðursmerki við sær heimaftur.
Verja gullið
Í so máta eru oyggjaleikirnir í ár einki undantak.. Bæði hjá kvinnum og monnum er talan um leikarahópir, sum á pappírinum síggja ógvuliga spennandi út, og í greinum í bløðunum hava umboð fyri liðini eisini klárt givið til kennar, at farið verður eftir gullinum.
Um tað er rætt ella ikki at tosa um favorittar, skal ikki verða tikin støða til her, men í hvussu so er kann staðfestast, at tá kvinnurnar fara á vøllin, er tað samstundis fyri at verja gullmerkini frá Gotlandi, og hetta er so í øllum førum nakað at liva upp til. Broytingarnar á kvinnuliðnum hava heldur ikki verið tær heilt nógvu í mun til ta ferðina, tó at onkur náttúrlig útskifting sjálvsagt hevur verið.
The grand old lady í føroyskum flogbóli, Marjun Kalsø, er framvegis á liðnum, og gongst eftir ætlan kann hon taka eitt fitt petti ávegis teimum 100 dystunum, sum sigur seg ætla at røkka.
Umframt Marjuna er talan sjálvandi um fleiri aðrar sterkar leikarar, og ikki minst tykist hugaligt, at fleiri av leikarunum farnu árini hava spælt seg á elitulið í donsku flogbóltsrøðini. Nakað sum avgjørt átti at verið ein styrkur fyri liðið.
At liðið eisini er sterkt, framgekk millum annað av úrslitunum á venjingarleguni í Danmark herfyri. Tá eydnaðist kvinnunum at vinna á einum donskum elituliði, og megna tær framhaldandi at halda sama støði í spælinum, er lítið at ivast í, at føroysku kvinnurnar fara at standa sera frammarliga, tá avtornar.
Kæran losyti seg
Í samband við kvinnulandsliðið kann annars nevnast, aein trupulleiki tók seg upp, tá bólkarnir til oyggjaleikirnir vórðu settir saman.
Í hesum hevur verið vanligt, at vinnarin og nummar fýra frá undanfarnu leikunum eru í einum bólki, meðan tvey?arin og trý?arin verða koyrd í sama bólk. Soleiðis varð tó ikki gjørt hesaferð, og úrslitið av hesum varð, at Føroyar komu í bólk saman við Saaremaa, sum vanliga er ein av harðastu kappingarneytum okkara.
Flogbóltssambandið gjørdi av at kæra bólkasamansetingina, og fyriskipararnir ásannaðu eftir hetta, at eitt mistak varð framt í styrkismetanini, og eftirfylgjandi vórðu bólkarnir broyttir, so Føroyar nú eru í bólki við Guernsey, meðan argastu kappingarneytarnir úr Álandi og Saaremaa eru í hinum bólkinum.
Spennandi lið
Menninir vunnu bronsukrónurnar á Gotlandi, so í so máta er byrðan hjá teimum ikki eins tung at bera.Eitt annað, sum heldur ikki talar fyri, at liðið skal gera tær heilt stóru skreytirnar, er, at útskiftingin hevur verið hampuliga stór síðani ta ferðina.
Hinvegin er einki dulsmál, at núverandi landsliðshópurin tykist sera spennandi á at líta. Fleiri ungir og evnaríkir leikarar eru við í hópinum, og fyri aðrar er eisini galdandi, at teir hóast ein lutfalsliga ungan aldur longu hava vunnið sær drúgvar royndir í landsliðsflogbólti.
Eins og hjá kvinnunum hava eisini flogbóltsleikarar hjá monnunum vunnið sær pláss á sterkum donskum flogbóltsliðum farnu árini, og alt annað líka styrkir hetta um liðið.
Havandi unga miðalaldurin í huga er tó eitt sindur ilt at meta um styrkina hjá liðnum, men eitt tykist tó vist, og tað er at menninr ikki ætla sær verri úrslit enn bronsumerkið, sum varð vunnið á leikunum á Gotlandi.
Í kassa fyri seg
Heiðursmerki í Flogbólti á Gotlandi?99
Flogbóltur
Gull: liðkapping kvinnur
Bronsa: liðkapping menn
Kassi fyris eg
Landsliðshópurin, kvinnur
Guðrið Nolsøe
Alvilda Ólavsdóttir
Annika Joensen
Hjørdis Mortensen
Mariann Øster
Helen á Lakjuni Jacobsen
Gerda Nattestad
Tina Jacobsen
Helga Nordendal
Marjun Kalsø
Anna Müller Jacobsen
Margit Joensen
Kassi fyri seg
Landsliðshópurin, menn
Suni Juul Pedersen
Rúni Weihe
Andrass Jógvansson
Steinar Eirikstoft
Heiðrikkur Bergsson
Høgni Viderø
Sigmundur av Teigum
Bárður Bendix Mikkelsen
Ragnar Petersen
Suni Hansen
Odd Eliasen
Bartal Eliasen
Mynd av kvinnulandsliðinum
Flogbóltskvinnurnar skulu hesa ferð verja gullmerkini, sum tær vunnu sær á Gotlandi
Mynd av monnunum
Menninir vunnu bronsu seinast, og hóast talan í ár er um ungt lið, so ætla teir sær ikki verri úrslit hesaferð