Telefelagið Hey fær nú føroyskar eigarar. Føroyskt felag hevur keypt meirlutan av telefelagnum og í sama umfari verða feløgini Hey og Nema løgd saman í eitt felag undir somu leiðslu.
P/F Tjaldur hevur gjørt avtalu um at keypa meirlutan av partapeninginum í Hey, og avbjóðarin á føroyska telemarknaðinum kemur sostatt aftur á føroyskar hendur.
Hesi tíðindi hava føroyskir miðlar í dag fingið í tíðindaskrivi. Og sagt verður m.a. víðari soleiðis:
Sum partur av keypinum verða Hey og Nema, ið Tjaldur eisini eigur meirilutan í, løgd saman í eitt felag undir somu leiðslu í næstum.
Júst í Túni, ið hevur verið stjóri á Nema síðan 2015, heldur fram sum stjóri í samanlagda felagnum.
Nýggju føroysku eigararnir hava heitt á Rúnar Reistrup um at gerast nevndarformaður fyri samanlagda felagið. Rúnar hevur verið nevndarlimur í Hey síðan 2013, og seinastu tvey árini hevur hann eisini røkt starvið sum stjóri í felagnum.
Nýggja samanlagda fyritøkan fer at halda fram undir báðum virkisnøvnum. Nema navnið heldur fram at mynda KT-virksemið, og Hey verður framhaldandi vørumerkið fyri tele-tænastur.
Samanleggingin av Hey og Nema er treytað av at Kappingarráðið góðkennir ætlanina.
Rúnar Reistrup sigur í viðmerking til tíðindini við in.fo, at nevnd og leiðsla í Hey hava verið við í tilgongdini, meðan starvsfókini nýliga vórðu kunnað um hetta.
Fer hetta at merkjast hjá starvsfólkunum?
- Fyritøkurnar verða lagdar saman, so arbeiðast skal saman, men bert smávegis tillagingar eru neyðugar, og smávegis tillagingar eru longu gjørdar innan samanleggingina. Ætlandi skal nú húsast undir sama taki, sigur Rúnar Reistrup.
- Fyrimunur eru avgjørt við hesi samanleggingini av hey og Nema, og vit kunnu nýta styrkirnar hjá hvør øðrum. Hey, sum hevur verið ein fyritøka, sum hevur verið frammaliga og skjót, og Nema, ið eitt nú hevur sera høgt tænaststøði. Men virkisøkini hjá báðum fyritøkunum yvirlappa ikki, sigur Rúnar Reistrup.
- Kappingarráðið skal góðkenna hetta, og eigur næsta leikin. Men tá tað er komið í rættlag, so verður farið í gongd, og samanleggingartilgongdin koyrur víðari. Men uttan mun til avgerðina hjá Kappingarráðum, so er Hey komið á føroyskar hendur, staðfestir Rúnar Reistrup, sum leingi hevur saknað føroyskan eigaraskap í felagnum.
Hey varð stovnað í 2001 undir navninum Kall.
Nema varð stovnað í 2007 og hevur eina leiðandi støðu sum veitari av KT-útgerð, -tænastum, -skipanum, innbúgvi og skrivstovuútgerð til føroysku vinnuna, stovnar og kommunur.