Ætlanin hjá sitandi samgongu er, at flutningsstuðulin til fiskaframleiðslu har sund og firðir skilja nú skal heilt avtakast.
Tað er púra burturvið at tosa um at avtaka stuðulin til flutningin uttan at gera eina skilagóða loysn, sum er varandi fyri vinnuna í útjaðaranum., tí um tað ikki verður gjørt, so fáa bygdirnar og útjaðaraøkini ein stóran trupulleika at dragast við, sum í seinasta enda verður ein landstrupulleiki, sum eitur arbeiðsloysi, fráflyting og harvið lækkandi inntøkur til samfelagið sum heild.
Fiskivinnan føðir Havnina og øll embætisfólkini og tey alment løntu eins væl og hon føðir restina av landinum.
Tað er ongin trupulleiki fyri samfelagið Føroyar at lata øll økir gjalda tann sama flutningsprísin, og vil eg mæla fiskimálaráðnum, ið umsitur fiskivinnumenning á landi, um at seta seg saman við Strandferðsluni/ vinnumálaráðnum og finna ein gjaldssats pr. kg í flutningskostnaði, sum vinnan kann liva við, óansæð hvar hon virkar í landinum.