Faroe Islands Handball Cup 2022 verður 1. til 3. aug. 2022

Stóra hondbóltskappingini, Faroe Islands Handball Cup, sum eftir æltan skal verða í Vági á hvørjum ári, verður aftur í 2022. Tað hava fyrireikararnir boða frá í dag. Komandi ár verður kappingin frá 1. til 3. august.

 

– Faroe Islands Handball Cup 2021 eydnaðist heilt framúr væl við glaðum og vælnøgdum luttakarum, sum takkaðu fyri ónsdagin 4. august 2021. Stórur áhugi er fyri Faroe Islands Handball Cup 2022 og kunnu vit hervið boða frá, at Faroe Islands Handball Cup 2022 verður í døgunum mánadag 1. august til ónsdagin 3. august 2022.

 

Fyrireikararnir boðar eisini, at komandi ár verður eitt stórt byrjunartiltak sunnudagin 31. juli 2022. Tilmeldingin til Faroe Islands Handball Cup 2022 verður latin upp 1. oktober 2021.