Tað er eldur í russiskum ídnaðaraøki

Leiðarin í økinum, sum er rakt, Radij Khabirov, skrivar um ukrainska álopið á boðtænastuni, Telegram

Tað er eldur í einum ídnaðarøki í Salavat í Russlandi eftir eitt ukrainskt dronuálop í nátt.

 

Sagt verður, at eitt stórt oljureinsiverk er eisini í økinum, og verkið er partur av einum størri petrokemiskum ídnaðarøki. 

 

Salavat liggur í russisku republikkini, Basjkortostan.

 

Tað er leiðarin í økinum, Radij Khabirov, sum skrivar um ukrainska álopið á boðtænastuni, Telegram. 

 

Á myndini omanfyri sæst russiski forsetin, Vladimir Putin og leiðarin í Basjkortostan, Radij Khabirov.