Eitt lítið ferðsluóhapp var í gjáramorgunin, tá ið ein bilur skuldi snara til vinstru, og fleiri bilar hópaðu seg upp aftanfyri.
Ein bilførari megnaði ikki at bremsa og rendi á bilin frammanfyri. Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu nakað av materiellum skaða.
Løgreglan varð seinnapartin í gjár send í J. C. Svabos gøtu í Havn eftir fleiri fráboðanir um ein mann, sum vísti órógvandi atburð.
– Maðurin gekk aftur og fram, rópti hart og órógvaði fólk. Fleiri vendu sær til okkara, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Maðurin gjørdi seg eisini inn á ein bil. Hann varð handtikin og skuldsettur fyri herverk.
Løgreglan steðgaði í gjár einum bilførara, sum yvirhálaði á einum stað, har tað ikki er loyvt.
Annars hevur tað ikki verið tað stór at gjørt hjá løgregluni, sum tó hevur koyrt onkran fullan mann til hús.










