Sara Benjaminsen var í hópinum, og Kára Sigurðsson slapp á vøllin seinasta hálva tíman, tá lið teirra, FC Nordsjælland ígjár spældi fyrsta dystin í bestu donsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Dysturin móti OB endaði við 0-1 tapi.
Komandi leygardag klokkan 12 hevur FC Nordsjælland dyst á útivølli móti Brøndby.
Sara er 17 ára gomul, og Kára fyllir 17 ár 11. august, so her eru bjørt framtíðarútlit, um ikki skaðar arga.











