Smyril í Nyhavnini

Vegna kappróður á ólavsøku leggur Smyril at við eystursíðuna á molanum(Ny-havnina) á fráferðini norður kl. 11.00, og ikki undir Farstøðina.

 

Hesum boðar Strandferðslan frá.

 

Um alt gongst sum ætlað, flytur Smyril undir Farstøðina umleið kl. 20.00. Fyrivarni verður tó tikið fyri, at økið við Farstøðina møguliga ikki er klárt, skrivar ssl.fo.