Stóra HM-hetjan hjá Kap Verde hevur funnið eitt felag

40 ára gamli málverjin fer at fáa dystarvenjing framyvir

Mynd: Ritzau Scanpix

Millum størstu HM-hetjurnar hjá fótbóltsfjepparum kring heimin var 40 ára gamli landsliðsmálverjin hjá HM-debutantinum, Kap Verde (Grønhøvdaoyggjar), Vozinha, ið saman við liðfeløgunum framdi tað stóra bragdið at vinna seg víðari úr bólkaspælinum frammanfyri Uruguay og Saudiarabia. 

 

Talan gjørdist um fýra javnleikir aftaná vanliga leiktíð. Tó gjørdist talan um 2-3 tap fyri Argentina í longdu leiktíðini í sekstandapartsfinaluni. 

 

Einasta liðið heimsmeistararnir, Spania ikki vunnu á var Kap Verde, ið takkað verið serliga Vozinha í málinum megnaði javnleik 0-0 móti Spania.

 

Vozinha hevur eftir HM-endaspælið leitað sær eftir einum nýggjum felagi, og tað hevur nú eydnast.

 

Vozinha fer at spæla við kilenska liðnum, Colo-Colo sum er fremst í bestu deildini í Kili við 39 stigum fyri 16 dystir. 

 

Colo-Colo hevur á 34 sinnum vunnið kilenska meistaraheitið. Seinast í 2024. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix