Besta liðið hjá FC Suðuroy hevur í góðveðrinum í dag verið í Runavík, og suðuraftur vóru tað trý stig í viðførinum.
FC Suðuroy vann 2-1, og eftir sjey umfør eru suðuroyingarnir av álvara á uppflytingarkós.
Toppliðið hevur 19 stig. Á øðrum plássi er B71 við 15 stigum, Víkingur hevur 14 stig, og á fjórða plássi er ÍF við 9 stigum. Tað ber ikki til hjá víkingunum at flyta upp, og tað vil siga, at tað eru 10 stig frá FC Suðuroy og aftur til ÍF, sum er avbjóðarin í kappingini um at flyta upp. Málmunurin hjá FCS er +18, og hjá ÍF er hann -5.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Benadiktus Olsen NSÍ á odda við brotssparki, og sjey minuttir undan steðginum javnaðu gestirnir til 1-1. Málskjútti var liðformaðurin Pætur Augustinussen.
12 minuttir undan leikloki var tað innskifti Nóa Kristin Mortensen, sum skoraði sigursmálið. Hetta var eftir hornaspark úr høgru, og hetta var fyrsta málið yvirhøvur í 1. deild hjá 16 ára gamla Nóa Kristin Mortensen.
Leygardagin fær FC Suðuroy vitjan av FC Hoyvík, og tá fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti grannunum í Víkingi. NSÍ er á sjeynda plássi við seks stigum.











