Filmsfelagið ókeypis í Umhvørvisvikuni

Frá Filmsfelagnum:

 

Í sambandi við Umhvørvisvikuna í Tórshavnar kommunu, sýnir Filmsfelagið mikudagin nýggja heimildarfilmin "Eldurin, Vatnið, Jørðin, Luftin". Elsa Berg, borgarstjóri, fer at innleiða sýningina, sum er ókeypis. Leggið tó til merkis, at fyri at fáa pláss, er neðugt at keypa ókeypis atgongumerki á netinum

 

Rógvi Rasmussen, stjórnar føroyska partinum, meðan Jón Hammer, sum Filmsfelagið heiðraði við ársins Andøvsfiski, er framleiðari.

 

Føroyska umhvørvissøgan leggur seg afturat hinum trimum norðurlendsku, so vit fáa fýra søgur um náttúrbroytingar í okkara parti av heiminum, har tað ikki altíð er nóg mikið at ringja eftir brandbili ella at leggja sandsekkir.

 

Skógareldar breiða seg, havið fløðir, ódnir verða ógvusligari og landsløg broytast. Veðurlangsbroytingar eru ikki longur fjar fyrbrigdi, ið bara raka fremmand lond, men eru her beint hjá okkum í Norðurlondum. Náttúran gevur okkum greið tekin. Spurningurin er, um - og hvussu - vit lurta.

 

Heimildarfilmurin "Eldurin, Vatnið, Jørðin, Luftin" var eins og "Birita" við í kappingini um besta norðurlendska heimildarfilm á filmstevnuni NORDIC:DOX, har eisini Geytavinnarin "Mammuskepilsið" varð sýndur.

 

Vísir tú atgongumerki til sýningina í Filmsfelagnum, fært tú sama kvøld tvey fyri eitt á Paname á Vaglinum.

 

Filmsfelagið mikudagin 6/5 kl 20:00 Eldurin, Vatnið, Jørðin, Luftin (Rógvi Rasmussen, Ewa Cederstam, Janne Lindgren og Phie Ambo, Føroyar Svøríki Noreg Danmark 2026 85 min)

 

##med2##