VIDEO: Liðið hjá Vilhelmi knógvaði ein javnleik í Flensburg

(Video) Hannover-Burgdorf fekk eitt gott útgangstøðið til seinnu fjórðingsfinaluna í EHF European League

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf hava nú ein veruligan møguleika at vinna seg í FINAL FOUR í EHF European League.

 

Hannover megnaði mikukvøldið í fyrru fjórðingsfinaluni javnleik 39-39 á útivølli móti Flensburg-Handewitt, ið var greiður favorittur undan dystinum. Heimaliðið var á odda 20-19 í steðginum.

 

Komandi týsdag klokkan 17.45 verður seinna fjórðingsfinalan leikt í ZAG Arena í Hannover.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Flensburg Handewitt-Hannover Burgdorf 39-39 (20-19). Vilhelm við nummar 9 á rygginum sæst í nógvum verjustøðum:

 

##med2##