Seinni dystirnir í fyrra umfari av undankappingin til bólkaspælið í Champions League vóru í kvøld, og donsku varameistararnir úr FC Keypmannahavn høvdu ein truplan útidyst móti Club Brügge.
Fyrri dysturin í Parkini varð nevniliga endaður javnur, 0-0, so neyðugt var sum minsta krav at skora minst líka nógv mál sum heimaliðið.
Tað byrjaði væl fyri Club Brügge, sum legði seg á odda í fyrra hálvleiki við máli, sum Jordi Figueras stútaði í málið.
Eitt gott korter inn í seinna hálvleik eydnaðist Nicolai Jørgensen (myndin) at javna, men tann gleðin vardi bert í fimm minuttir. Tá legði belgiski landsliðsleikarin, Vadis Odjidja aftur vertirnar á odda.
12 minuttir áðrenn tíð eydnaðist aftur FCK at javna, hesaferð við máli frá Christian Bolanos.
Við 2-2 javnleiki fór FCK inn í tíðina, sum dómarin hevði lagt aftrat. Men ein minutt inn í hesa tíðina vóru danir sera hepnir ikki at koma aftur um, tá Listienne headaði bóltin í málið. Dómarin annulleraði tó málið fyri rangstøðu, men endurtøkurnar vístu, at málið var í lagi.
Eftir hornaspark, har heimaliðið tveitti alt fram íroknað málverjan, sló FCK kontra, og Cesar Santin kundi trilla bóltin í tóma Brügge málið til danskan 3-2 sigur.
FC Keypmannahavn má nú vinna enn eitt undankappingarumfar, fyri at sleppa í peningagevandi bólkaspælið í Champions League. Og liðini, ið FCK kann møta, eru hesi: Udinese, Lille, Mönchengladbach, Fenerbache ella Malaga. Alt truplir dystir, má sigast.
Liðini, sum annars komu víðari í kvøld:
Maribor
Hapoel Kiryat Shmona
Helsingborg
Celtic
Anderlecht
RCF Cluj
Fenerbache
Basel
Panathinaikos
AEL Limassol
Dinamo Zagreb
Seinastu dystirnir verða leiktir í annaðkvøld