Fekk klipp í koyri­kortið fyri at koyra ímóti ferðsl­uni

Í gjár fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra ímóti ferðsluni í Varðagøtu

Frá klokkan 7:30 til klokkan 8:30 er Varðagøta í Havn frá Sjúrðargøtu til Pedda við Steinsgøtu einsrættað omaneftir. Tað er fyri at gera tað lagaligar í morgunferðsluni við Sankta Frans skúla.

Hesum gáaði ein bilførari eftir øllum at døma ikki eftir gjáramorgunin – og hann koyrdi niðan eftir Varðagøtu.

Men tíverri fyri bilføraran var løgreglan á staðnum, og tað kostaði honum eina bót og klipp í koyrikortið.

Annars hevur tað verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni. Enn er einki nýtt um eldsbrunan í Hornabø í Havn sunnukvøldið, men arbeitt verður framvegis við málinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini – sum eisini sigur, at tey meta tað ikki vera neyðugt við hjálp úr Danmark at greiða málið.