Feløgini skipa ítróttina og felagslívið

– kommunan lynnir undir fyritreytirnar

Tórbjørn Jacobsen, virkandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu
----------------------


Skiftandi býráð í Runavíkar kommunu hava í mong Harr­ans ár rikið ein sera ak­tivan ítróttarpolitikk. Øk­ið fevnir víða í ymsum ítróttar­greinum, og semja hevur altíð verið um, at stuðla feløgunum í ymsu ítróttarbrigdunum eftir einum og sama frymli, og higartil hava vit havt ta fatan, at stórt nøgdsemi hevur verið við skipanina og upphæddirnar, sum borg­arin á henda hátt hevur lynt undir feløgini við - fyri at menna eina sunna sál í ein­um sunnum likami.
Sæð í hesum ljósinum harm­ast Runavíkar Komm­una almikið um, at nevndin í Hondbóltsfelagnum Tjaldur fríggjakvøldið í seinastu viku valdi at siga seg frá. Táið nak­að av orðaskifti hevur verið um hesa bráðkomnu støðu í loft- og sosialum miðl­um, hava vit valt at gera hesar fáu viðmerkingar í almenna rúm­inum:
Tjaldur hevur verið í fremstu røð í bestu kvinnu­deildini og hevur í gerandis­degnum røkt eitt dygdar- og munagott ungdómsarbeiði, og hevur felagið á henda hátt verið ein týðandi partur av teimum frítíðartilboðum, sum eru og eiga at vera til børn og ung í kommununi.
Nú fráfarna nevndin í Hondbóltsfelagnum Tjaldur hevur lagt kommununa und­ir ikki at útvega felag­num nøktandi karmar, og sigst hetta vera orsøkin til, at nevndin í bráðskundi valdi at leggja ábyrgdarsessirnar í leiðsluni frá sær.
Tað kennist marg­hátt­ligt, undarligt, at ein ítøkiliga av­máldur stutt­tíðar­trupulleiki - tað at muga samskifta og samvirka um ítróttarhøllina á Skála við eitt annað felag í nakrar mánaðir, meðan karm­arnir hjá júst sama felag verða dagførdir og mót­vegis framtíðini betraðir munandi - skal vera orsøkin til, at nevndin leggur frá sær, og at tað í ramasta álvara verður tosað um, at felagið og tess virksemi møguliga má leggjast niður.
Runavíkar Kommuna hevur víst Tjaldur á eina ítøkiliga loysn, meðan høllin í Runavík verður dagførd. Teir 26½ tímarnir, ið eru settir av til hondbólt í høllini á Skála, skuldu eftir ætlan nýtast av StÍF og Tjaldur í felag. Eftir var bert at avtala eitt skynsamt samstarv millum feløgini. Somuleiðis hevur kommunan útvegað Tjaldur fimleikarhøllina í Søldarfjarðar skúla at nýta til sítt virksemi mánadag, miku­dag og fríggjadag hesa tíðina, bíða verður eftir umbótini og nýgerðini í Runavík
Leikluturin hjá komm­un­uni er at stimbra og stuðla ítróttina við góðum kring­umstøðum og kørmum. Runavíkar Kommuna leggur sum sagt stóra orku í at menna ítróttarfasilitetirnar í kommununi. Gøtan við Toftavatn verður nógv nýtt av fólki, sum gongur ella renn­ur. Seinastu árini hevur verið arbeitt við at klæða ítrótt­ar­høllina á Skála av nýggj­um. Graslíkisvallirnir í Runavík og á Skála eru skiftir í ár. Hópurin av sparki­vøllum eru komnir og koma í kommununi.
Størsta einstaka íløgan er tó nýggja fimleikahøllin við Løkin. Tann mest fram­komna í landinum. Um­framt umstøður til fimleik, eru felags umstøður til fundar­virksemi, sum øll feløgini á økinum, eisini Tjaldur, koma at hava nýtsluatgongd til. Tjaldur hevur verið partur av bygginevndini fyri nýggju fimleikahøllina. Verandi ítróttarhøll í Runavík verður í løtuni longd, víðkað, dagførd og umvæld, soleiðis, at hon betri nøktar tørvin hjá júst hondbóltinum. Í løtuni er økið við hallirnar eitt stórt byggi­pláss, men samlaða arbeiði verður eftir ætlan liðugt, táið komið er nakað inn í 2014. Hesum átaki og avleiðingunum hava allir partar vitað av í eitt longri tíðarskeið. Eisini at neyðugt var at rætta inn eftir hesum í byggitíðini.
Runavíkar kommuna lut­ar út ítróttarstuðul á hvørj­um ári, sum tekur støði í virkseminum hjá ein­støku feløgunum. Eisini tá feløg hava verið illa sperd fíggjar­liga, hevur kommunan sam­starvað við tey og hjálpt teimum á føtur aftur. Hond­bólts­felagið Tjaldur er onki undantak í so máta. Komm­unan hevur víst stóra væl­vild og tol í samband við hallar­leigu, og var so stutt sum fyri tveimum árum síðani við í eini ætlan, ið skuldi bjarga fe­lagnum fíggjarliga.
Runavíkar kommuna ar­­beiðir soleiðis alsamt og áhald­­andi fyri at betra fyri­treyt­irnar hjá ítróttar­fe­løg­unum í kommununi at virka, - bæði við nútíðar­hósk­andi kørm­um og fíggjarligum stuðli.
Tað verður kortini ongan­tíð uppgávan hjá einari komm­unu at reka ítróttar- ella onnur áhugafeløg. Tað mega eldsálir og samtøk av hugaðum fólki gera, sum duga at fyriskipa og sum hava áhuga fyri ítróttini, ið eitt felag umboðar. Tørvurin á treystari fíggjarligari leiðslu er eisini eyðsýndur. Alt ov ofta hava vit kring um landið sæð júst henda tørvin sum bágan, ið gjørdi, at tíðaravmáldur stígur kom í virksemið hjá einum felags­skapi.
Runavíkar Kommuna vónar, at fólk í økinum, ið eru góð við hondbóltin, taka seg saman, soleiðis at virk­semið ikki fer fyri bakka. Hølis­um­støðurnar hjá hond­bóltinum í Runavík verða komandi ár so góðar sum ongantíð fyrr, og harvið skuldu verið bestu fyritreytir fyri einum virknum og kappingarførum hondbóltsfelagi í Runavík, ið kann menna ungdómarnar í økinum uppaftur meira í hesi siðvandu ítróttargrein í økinum eystaru megin á Skálafjørðinum.