Hetta er 16. árið, at skipað verður fyri hesi gudstænastu.
Í ár verður gudstænastan í Lívdini í Hoyvík.
Umframt Lívdina eru hesar kirkjur og samkomur umboðaðar:
Katólska kirkjan
Fólkakirkjan
Adventkirkjan
City Church
Filadelfia
Frelsunarherurin
Oasan
Immanuel.
Kirkjurnar og samkomurnar eru felags um skránna við sangi og tónleiki, upplestri og talu.
Innsavnað verður til neyðstødd í Ukraina.
– Øll eru vælkomin, heilsa fyrireikararnir.
##med2##