Felagskirkjuliga gudstænasta í Hoyvíkar kirkju

Týsdagin 2. apríl kl.19.30 verður árliga felagskirkjuliga gudstænastan í Suðurstreymoy.

 

Í ár verður gudstænastan í Hoyvíkar kirkju.

Hetta er 16. árið, at kirkjur og samkomur í Suðurstreymoy skipa fyri gudstænastuni, har øll eru vælkomin.

Innsavnað verður til børn og ung hjá ukrainskum familjum, sum eru flóttafólk í Føroym.