Ferðsluvanlukka kostaði smádreingi lívið

Ein ferðsluvanlukka í gjár, har ein lastbilur og ein persónbilur rendu saman á Hvítanesvegnum í Havn, kostaði einum 4 ára gomlum smádreingi lívið

Seinnapartin í gjár hendi ein ferðsluvanlukka á vegastrekkinum millum rundkoyringina í Hoyvík, og innkoyringina oman til Hvítanes. Ein lastbilur var á veg norð eftir og koyrir oman brekkuna. Í lastbilinum er bilførarin einsamallur. Ein persónbilur er á veg suður, og í hesum bilinum er ein familja. Tvey vaksin og tvey børn.
Av einhvørjari orsøk renna bilarnir frontalt saman. Hetta kostaði einum 4 ára gomlum dreingi lívið. Hini trý í persónbilinum, vóru saman við lastbilføraranum eisini flutt á Landssjúkrahúsið. Øll eru uttan fyri lívsvanda, men ymiskt er, hvussu stóran skaða tey hava fingið.
Løgreglan fekk fráboðan um vanlukkuna klokkan 16.25 í gjár. Beinanvegin varð vegurin avbyrgdur, og í nakrar tímar varð ferðslan leidd norður eftir Oyggjarvegnum.
Orsakað av støðuni hjá teimum, sum vóru við í vanlukkuni, hevur løgreglan ikki gjørt nakrar avhoyringar í málinum, og tí ber heldur ikki til hjá teimum, at siga nakað um orsøkina til vanlukkuna enn.