Ferðsluvanlukka í Vágum kravdi mannalív

Ein 20 ára gamal maður lat lív, tá hann fór út av vegnum á vatnavegnum við gróthúsini í Miðvági sunnumorgunin

Ein ferðsluvanlukka í Miðvági beint fyri klokkan átta sunnumorgunin kravdi eitt mannalív.


Ein tjúgu ára gamal maður doyði, tá bilurin, hann koyrdi í, fór út av vegnum. Bilurin kom koyrandi móti Miðvági eftir vatnavegnum, og fór, av eini ella aðrari orsøk, niðan av vegnum við gróthúsini, beint áðrenn seinasta svingið niðan móti Miðvági.


Løgreglan í Miðvági er ikki liðug við kanningarnar av óhappinum og kann tí í verandi løtu ikki siga hví vanlukkan hendi.