Danmark setti nýtt hitamet – 37 stig

Danmark setti í dag nýtt landsmet fyri hægsta hita, sum nakrantíð er mátaður í landinum.

Hitabylgjan í Danmark setti leygardagin nýtt landsmet, tá hitin í Ødum norðan fyri Aarhus náddi 37,0 stigum. Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix.

Klokkan umleið 15 varð hitin máldur til 37,0 stig í Ødum norðan fyri Aarhus, upplýsir danska veðurstovan DMI.

 

Harvið varð gamla landsmetið frá 1975, tá 36,4 stig vórðu mátað í Holstebro, tikið.

 

Longu fyrr á degnum var metið hótt. Fyrst vórðu 36,6 stig mátað norðan fyri Odense, og áðrenn tað varð eisini nýtt junimet sett, tá hitin á flogvøllinum H.C. Andersen Airport norðan fyri Odense náddi 35,8 stigum.

 

Hitabylgjan kemur beint eftir eina metheita nátt. Á Fanø fall hitin ongantíð niður um 22,5 stig, og tað er heitasta juninátt, sum er skrásett í Danmark.

 

DMI væntar, at hitabylgjan heldur fram til sunnukvøldið.

 

Hitabylgjan í Danmark setti leygardagin nýtt landsmet, tá hitin í Ødum norðan fyri Aarhus náddi 37,0 stigum. Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix.