Ferðavinnan fær kanska øðrvísi treytir at virka undir

Ein bólkur situr nú og viðgerð hvussu ferðavinnan skal rinda avgjald

Í framtíðini fer ferðavinnan kanska at fáa øðrvísi, fíggjarligar treytir at arbeiða undir. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Tað vakti ans herfyri, tá ið Taks gjørdi greitt, at eisini ferðaleiðarar skuldu rinda mvg og sostatt skuldu teir eisini leggja mvg oman á prísin teir teir taka frá ferðafólki. Tað vóru summi sum hildu, at hetta er ein óneyðug byrða at leggja á ferðavinnuna, og serliga verður hetta eitt bakkast fyri ferðaleiðararnar.

 

Tí hevur Bjarni K. Petersen, tingmaður fyri framsókn, spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera við hetta.

 

Jørgen Niclasen vísir á, at bæði Taks og Skatta- og avgjaldskærunevndin, eru samd í, at ferðaleiðarar skulu rinda mvg, og tað verður frá 1. januar, at teir skulu krevja mvg frá ferðafólki.  

 

Men landsstýrismaðurin sigur, at tað eru fleiri spurningar um meirvirðisgjald og ferðavinnu, sum vil hava greiði á og tí hevur hann sett ein arbeiðsbólk við umboðum fyri Fíggjarmálaráðið, Taks og Ferðavinnufelagið. Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum er at hvørjar reglur eru galdandi í samband við mvg og ferðavinnuna.

 

Og við tað, at arbeitt verður við spurninginum, heldur Jørgen Niclasen, at tað er ov tíðliga at siga, um ferðaleiðarar skulu rinda mvg, ella hvørjar aðrar broytingar verða gjørdr í sambandi við mvg og ferðavinnu.

 

Hann sigur, at tað ber heldur ikki at siga, hvussu stór inntøkan hevði verið av mvg frá ferðaleiðarum, men hann væntar ikki, at talan er um nakra munandi inntøku. Tað er eisini óvist, nær gongd av álvara kemur á aftur ferðavinnuna og ferðaleiðaravirksemi eftir koronufarsóttina.