Í gjár var uppskotið um løgtingsfíggjarlógina fyri 2026 løgd fram, og hon er sett á skrá fyri tingfundin í morgin klokkan 10.
Fyrsta málið á skránni er tó uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2025, sum snýr seg um umvæling av Løgtingsbygninginum.
Annað málið á skránni er so uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2026, sum er til 1. viðgerð, og triðja málið er 1. viðgerð av uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2025-2 (Heystumfarið).
Síðani er framløga á skránni.
Uppskotið til løgtingsfíggjarlóg plagar at fáa drúgva viðgerð. Eftir 1. viðgerð fer málið í fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, sum skal semjast um eitt álit, sum verður lagt fyri tingið til 2. og 3. viðgerð.