Flestu føroyingar, sum fara til sjúkraviðgerð uttanlands, fara á Ríkissjúkrhúsið í Keypmannahavn. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Hava brúkt 2,6 mia kr til sjúkraviðgerð uttanlands

Síðani 1997 hava vit brúkt 2,6 milliardir krónur til sjúkraviðgerð uttanlands

Flestu føroyingar, sum fara til sjúkraviðgerð uttanlands, fara á Ríkissjúkrhúsið í Keypmannahavn. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í svari til grein 52a spurning frá Erlingi Eidesgaard úr Tjóðveldi, sum hevur setti henni fýra spurningar um sjúkraviðgerð uttanlands. Spurningar vóru hesir:

 

1. Hvørjar upphæddir keypa vit árliga sjúkraviðgerð fyri uttanlands skift á lond aftur til 1976 ella so langt aftur, sum tøl eru tøk?

 

2. Hvørjar upphæddir brúka vit uppá ferðing og gisting í sambandi við sjúkraviðgerð uttanlands skift á lond aftur til 1976 ella so langt aftur, sum tøl eru tøk?

 

3. Hví sendir føroyska sjúkrahúsverkið krabbameinssjúklingar til Danmarkar í viðgerð, tá hagtøl støðugt vísa, at yvirlivilsisratan í eitt nú Svøríki er munandi hægri?

 

4. Hvat hevði eykakostnaðurin (ella sparingin) verið, um krabbameinssjúklingar í staðin fyri á Ríkissjúkrahúsið vórðu sendir til Skånes Universitetssjukhus?

 

Í svarinum til spurning 1 sigur landsstýriskvinnan, at upphæddirnar í talvuni niðanfyri eru tiknar úr Búskaparskipan Landsins (BSL). Tað verða ikki skrásett lond í skipanini, men í svarinum hevur Sjúkrahúsverkið mett, hvat land, veitarin hoyrir til.

 

Dátur finnast ikki aftur til 1976 í BSL, men aftur til 1997. Fyrivarni má takast fyri, at skrásetingarháttur og játtanarháttur kann vera broyttur við árunum. Tí skal fyrivarni, sambært Sjúkrahúsverkinum, takast fyri tølunum frá 1997 fram til 2017.

 

Tølini eru frá stovnsnummar 121720 Serviðgerð uttanlands – og útreiðslur beinleiðis til viðgerðarstovnar eru tiknar við, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum í svarinum til Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi.

 

Talvan niðanfyri er býtt á Danmark, Ísland, Noreg, Svøríki, Týskland, Bretland, Sveits og “Onnur lond”. Sjúkrahúsverkið hevur valt at bólka “Onnur lond”, tí at tølini gerast so smá, at tað kann gerast ov lætt at eyðmerkja, hvørjar sjúklingar talan er um.

 

Talva 1. Útreiðslur til sjúkraviðgerð uttanlands, býtt á lond

 

##med2##

 

Til spurning 2:

 

– Sambært Sjúkrahúsverkinum verða útreiðslur til ferðing og gisting ikki greinaðar á lond, tí ber ikki til at upplýsa hetta. Niðanfyri er talva, ið vísir býtið millum ferðing og gisting yvir ár, eins og hvat útreiðslurnar til sjúklingahotellið Tórshavn hava verið um árið. Á sama hátt sum í spurningi 1 ber ikki til at fáa data aftur til 1976, men Sjúkrahúsverkið metir at tølini tey seinastu 10 árini eru álítandi. Sí talvu niðanfyri.

 

##med3##

 

Til spurning 3:

 

– At yvirlivilsisratan er hægri summastaðni enn aðrastaðni, er ikki einans treytað av sjálvari viðgerðini, sum viðkomandi fær á sjúkrahúsi. Onnur viðurskifti eru eitt nú, lívsháttur (t. d. royking, alkohol, kostur og rørsla). Eisini hevur tað týdning, hvussu skjótt sjúklingurin ger vart við seg, hvussu skjótt hesin verður útgreinaður, og hvussu skjótt sjúklingurin kemur í viðgerð, sigur landsstýriskvinnan.

 

– At sjúklingar verða sendir til Danmarkar hongur millum annað saman við, at okkara viðgerðir hanga tætt saman við tær skipanir, viðgerðarætlanir (protokollir) v.m., sum verða brúktar í Danmark. Í Føroyum brúkar Sjúkrahúsverkið til dømis somu krabbameinsviðgerðarætlanir sum í Danmark. Løggildingar hjá heilsustarvsfólkunum eru eisini danskar og leiðreglur í heilsuverkinum fylgja í stóran mun donskum leiðreglum, sigur hon.

 

– Logistiskt eru fleiri fyrimunir at senda sjúklingar til Keypmannahavnar. Vit hava sera gott ferðasamband til Keypmannahavnar, og stutt er á sjúklingahotell og sjúkrahús. Vit hava eitt sjúklingahotell í Keypmannahavn, har flestu sjúklingarnir búgva, tá teir skulu í viðgerð, og gott ferðasamband er millum sjúklingahotellið og sjúkrahúsini í Keypmannahavn, sigur Súsanna Bertholdsen.

 

– At senda sjúklingar til Danmarkar merkir eisini, at nógvir av sjúklingunum eru í kendum umhvørvi, fleiri teirra hava skyldfólk, vinfólk og kenningar í Danmark, og hetta kann ofta verða ein góð hjálp í einari annars torførari støðu.

 

– Alt hetta spælir sín leiklut í, at flestu føroysku sjúklingarnir, ið hava tørv á serviðgerð uttanlands, verða sendir til viðgerð í Danmark, sigur Súsanna Bertholdsen í svarinum til fyrrverandi tingmannin hjá Tjóðveldi, Erling Eidesgaard.

 

Til spurning 4:

 

Sambært Sjúkrahúsverkinum er ilt at siga, hvat eyka kostnaðurin (ella sparingin) hevði verið, um krabbameinssjúklingar vórðu sendir til Skånes Universitetssjúkrahús heldur enn Ríkissjúkrahúsið, sigur landsstýriskvinnan.

 

– Tá ið Sjúkrahúsverkið vanliga samanber við sjúkrahús í Danmark, brúka tey ein sonevndan DRG takst (ein standard kostnaður fyri viðgerðir), sum tey hava atgongd til. Í Svøríki brúka tey ikki hendan takstin og Sjúkrahúsverkið kennir ikki til nakran líknandi takst ella skipan, sum tey kunnu fáa atgongd til.

 

– Regiónirnar í Danmark geva avsláttur, sum ger at Sjúkrahúsverkið kann fáa betri prísir, men tað er ikki givið, at tað sama hevði verið galdandi í Svøríki, sigur landsstýriskvinnan.

 

– Sambært Sjúkrahúsverkinum er ómøguligt at fáa eina nágreiniliga kostnaðarmeting fyri Skånes Universitetssjukhus uttan so, at Sjúkrahúsverkið biður um eitt ítøkiligt viðgerðartilboð, sum tey ynskja at fara víðari við, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum í svarinum til Erling Eidesgaard, fyrrverandi løgtingsmann fyri Tjóðveldi, sum setti fram grein 52a fyrispurningin til landsstýriskvinnuna.

 

Flestu føroyingar, sum fara til sjúkraviðgerð uttanlands, fara á Ríkissjúkrhúsið í Keypmannahavn. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix