Tað er ikki gjørt nógv burtur úr ”vanligum kvinnum” í Føroyum, men nú eru tað týskar kvinnur, sum vilja heiðra tær sjómanskonur í Føroyum, sum tóku um endan, tá á stóð. Tær tóku hond um heimini, meðan maðurin var burtur. Og serliga fingu tær seg royndar, tá maðurin fekk eina váta grøv. Nú verður gjørdur ein filmur, sum er sera viðkomandi fyri Føroyar og føroyingar.
Talan er um ein spælifilm, sum er grundaður á vanlukkuna, tá sluppin Verdandi í 1944 gekk burtur við 15 monnum. Høvuðspersónurin i filminum er Simona Petersen í Syðrugøtu, sum misti mannin, Sámal, í hesi vanlukku. Søgan er eisini um, hvussu hon kom undan við at binda hjá Suffíu Gregersen í Syðrugøtu. Men hetta er fyri so vítt eisini søgan um, hvussu okkara konur við børnum í hesi støðu komu undan við fiskaarbeiði og øðrum.
Tað hevur verið sagt, at hesar kvinnur eru tær sonnu hetjurnar í Føroyum, og henda søgan er lýst í bókini hjá Óla Jacobsen, Havið tók teir. Hetta kveikti áhuga hjá týsku Diane Schussele og Dagmar Knøpfel, sum standa fyri fiilmsverkætlanini.
Verkætlanin hevur ført til fleiri vitjanir í Føroyum at fyrireika filmin og at fáa fígging, og nú verður filmurin upptikin.
Tá Verdandi fórst, var størsta mannfallið í táverandi Nes kommunu við sjey monnum. Av hesum vóru fýra úr Rituvík. Ein, sum misti mannin í vanlukkuni, var Simona Petersen í Syðrugøtu. Hon fór ung at arbeiða á Sjómansheiminum í Havn. Her er hon helst komin at kenna Sámal úr Rituvík. Hon var so eisini í Danmark eitt skifti, og hon kom heimaftur beint fyri kríggið.
Hevði hon bíðað bara nakrar dagar, hevði søgan hjá henni verið øðrvísi. Simona og Sámal giftust í 1940, og tey fingu tvær døtur, Mariu og Ernu. Simona og Sámal giftust inn til foreldur hansara í Rituvík. Tey skuldu fara at byggja, og viðurin var komin, tá vanlukkan rakti hesa lítlu familju. Vanlukkan rakti alla bygdina í Rituvik meint.
Tá Sámal fórst, flutti Simona heim aftur til Syðrugøtu til foreldrini, Martinu og Andreas á Rætt. Tey gjørdu alt fyri at hjálpa dóttrini.
Maria, dóttur Simonu, sigur, at sum vanligt tá, varð einki tosað um slíkar vanlukkur.
Sum frá leið vildi Simona hava eitt arbeiði. Hon fór hon at binda fyri Suffíu Gregersen, sum var ein sonn framburðskvinna. Hon fekk gongd á skipaða binding av føroyskum troyggjum og øðrum, og hetta gav eisini arbeiði til nógvar kvinnur. Hetta virksemið var upprunaliga í kjallaranum hjá Suffíu og manni hennara Jóan Eliasi, sum hevði handil.
Hetta var upprunin til Tøtingarvirkið í Gøtu, som sonur Suffíu, Ólavur, stóð fyri. Har kom Simona eisini at arbeiða, bæði við binding og øðrum ullaarbeiði. Hetta var eisini upprunin til Navia, sum fyrsta dagin letur upp í Vágsbotni, sum greitt er frá í stórari samrøðu og fleiri myndum, sum eru Sosialinum í dag.
##med2##
Tað er eingin ivi um, at hesin filmur er grundaður á lívæðrina hjá føroysku tjóðini í mong ár. Sjálvt um tað er ein kvinna, sum er høvuðspersónur, so leggur Dagmar dent á, at hetta er søgan bæði hjá hinum einkjunum av Verdandi og hjá okkara fiskimannakonum og fiskimannaeinkjum sum heild. Hesar hava verið grundarlagið undir føroyska samfelagnum - ikki minst, tá tað hevur gingið illa í hond.
Eisini man hetta vera einasti filmur, sum er grundaður á okkara sigling til Bretlands undir seinna heimsbardaga, og sum hevur kostað mannalív. Ætlanin er, at filmurin verður frumsýndur í 2025. Eisini er ætlanin at brúka føroyskar sjónleikarar og føroyskt mál og at hava so stóra føroyska medvirkan sum gjørligt. Málið er, at filmurin skal fáa stóra útbreiðslu á altjóða festivalum, biografum, TV, stroyming og DVD.
Filmurin er mettur at vara í 100 minuttir.
Tað er nógv skrivað um sjómanseinkjur og fiskimannakonur, ikki minst í Sosialinum. Men, hesar kvinnur hava ikki fingið nakran minnisvarða, hóast ein slíkur skuldi verið ein sjálvfylgja. Men, við einum filmi, sum hesum, kunnu vit fáa ein rættiligan og virðiligan minnisvarða yvir hesar megnarkvinnur. Týsku stigtakararnir til filmin eiga eisini at fáa allan tann stuðul, sum tørvur er á fyri, at henda filmsverkætlan røkka á mál.
##med3##
Vinnulívsfólk halda, at ein slíkur filmur eisini kann fáa stóran týdning fyri okkara viðurskifti við útheimin. Her verða Føroyar lýstar, sum tær kanska ikki hava verið lýstar áður - nevniliga sum eitt land, har teir siglandi menninir settu lívið í vága, bæði fyri at bjarga sær, men eisini fyri at útvega mat til okkara grannar, sum bardust móti týska áganginum.
Ein slíkur filmur kann bara vera til gagns fyri Føroyar.