Í morgun kom hitt fyrsta av 12 ferðafólkaskipum, sum vitja Vestmanna í ár. Talan er um marglætisskipið Silver Endeavour. Skipið er frá 2018 og er bygt til rannsóknarferðir í Arktis og Antarktis. Umborð eru 200 ferðafólk, og manningartalið er 209.
Ímeðan Silver Endeavour vitjar í Vestmanna, fara ferðafólkini undir Vestmannabjørgini, á rundferð í Faer Isles Distillery og ein gongutúr gjøgnum bygdina við lokalum frásøgufólki.
Umframt alkyns hentleikar, eitt nú matstovur, kafe, svimjihyl, bókasavn, venjingarstøð, vakurleikastovu, biograf, barr og kasino, er eisini ein lítil kavbátur í skipinum, so tey ferðandi kunnu fara á rannsóknarferð undir vatnskorpuni.
Silvur Endeavour fer úr Vestmanna aftur seinnapartin.
Sambært Vestmanna kommunu, so leggja alsamt fleiri ferðafólkaskip leggja leiðina inn á Vestmanna. Í summar vitja 12 ferðafólkaskip, og er hetta tað mesta nakrantíð.
Í fjør vitjaðu átta ferðafólkaskip, og í 2024 vóru tey sjey.
Talan er um ein støðugan vøkstur í vitjanum av ferðafólkaskipum, og nógv bendir á, at gongdin heldur fram. Longu nú hava 15 skip biðið um pláss til summarið 2027, og eisini eru bókingar gjørdar fyri 2028.
Vestmanna Havn tekur ímóti skipum, ið vanliga hava millum 200 og 300 ferðafólk umborð. Flestu ferðafólkini keypa sær túrar undir Vestmannabjørgini og luttaka í skipaðum gongutúrum í bygdini saman við lokalum frásøgufólkum, har tey vitja ymisk áhugaverd støð.
Tað síðsta ferðafólkaskipið kemur mikudagin 23. september.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
















