Í dag er nýggja fimleikahøllin hjá Runavíkar kommunu alment tikin í nýtslu.
Seinastu tvey árini hevur Runavíkar Kommuna bygt nýggja fimleikahøll í Runavík. Fimleikahøllin er bygd saman við ítróttarhøllini í Runavík, og er hendan eisini høvuðsumvald.
Nýggja fimleikahøllin inniheldur eina reiðskapshøll, eina høll til estetiskan fimleik, eitt øki til liðfimleik, umklæðingarhøli, fundarhøli og fitness-øki. Høllin verður nýggja heimið hjá fimleikafelagnum Støkk, sum hevur eini 600 virknar limir.
Ítróttarhøllin hevur fingið nýtt tak, ljós, loft, gólv, flytbarar tribunur, eins og umklæðingarrúmini eru dagførd. Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur sítt virksemi í ítróttarhøllini. NSÍ og bogaskjótifelagið Ørvur halda eisini til í høllini.
Búsetur hevur staðið fyri byggiarbeiðinum, og hevur Lokale- og Anlægsfonden stuðlað verkætlanini.
Fimleikahøllin var alment tikin í nýtslu í dag klokkan 13.