Fimm forsyndaðir føroyingar

Dømi 1: Tú hevur verið til handils, og fert glaður heim til húsa. Heimkomin leggur tú merki til, at vøran tú júst hevur keypt gekk út sama dag. Tú følir teg snýttan, men stendur ivandi: Hvat er til ráða at taka?
Tú avger at fara aftur til keypmannin við vøruni, og fært hana býtta um. Við hesi loysnini eru bæði tú og keypmaðurin nøgdir.
Men hvat: Nakrar dagar seinni ert tú úti fyri tí sama og hjá sama keypmanni. Hvat skalt tú nú gera, tí tvinnandir eru kostirnir: Annaðhvørt fert tú aftur til keypmannin við vøruni, ella bítur tú hetta í teg. Tú hugsar sum so: ?Eg vil heldur sita heima og forsyndast, enn at verða skýrdur sum grenjari av keypmanninum?.
Dømi 2: Tú sært lýsingina um eina tænastu sum kostar 0,- kr., men tá tú spyrt nærri, vísir tað seg, at fyri at kunna gera brúk av hesi, er neyðugt at keypa eitt tól aftrat fyri nógvan pening. Ella tú fært prísin uppgivnan á eini vøru, har mvg?ið ikki er roknað uppí, og í triðja lagi, at tann fráboðaðI prísurin bert er fyri 1/4 ella 1/2 kilo av vøruni.
Dømi 3: Tú fært lýsingarblaðIð við postinum um morgunin, men tá tú seinnapartin kemur í handilin er vøran langt síðani útseld.
Dømi 4: Tú ert farin til handils við børnunum. Tit eru liðug at keypa inn, og koma at standa í bíðiraðnum við kassan. Og har ? ja, beint har! ? hevur handilsmaðurin sett alt góðgætið. Hetta argar teg almikið, tí tú hugsar at hetta er gjørt tilvitað frá handilsmansins síðu. Er ongin sum kann veita verju móti slíkum?
Dømi 5: Tú ynskir at keypa eina teldu. Tú fert í telduhandilin fyri at fáa tær upplýsingar um hesar teldur. Tú fært ein hóp at vita um alskyns teldur, men dentur verður samstundis lagdur á, at teldan frá í gjár longu er gamaldags, men at hon, tú í dag keypir, er tann besta á marknaðinum og fæst eisini fyri ein góðan prís, - hóast tú kanska longu í morgin verður noyddur at dagføra telduna.

---

Hetta eru alt viðurskifti, ið føroyingar kenna til. Og hetta eru samstundis viðurskifti sum føroyingar argast inná.
Tí tann stóri spurningurin er nevniliga, - hvar skalt tú fara við øllum hesum forargilsunum? Hvør kann hjálpa tær, soleiðis at tú sleppur undan slíkum aftur?
Eitt av teimum feløgum, ið ynskir at gera nakað fyri tann einstaka brúkaran er Brúkarasamtakið. Hetta felag sá dagsins ljós fyri júst tveimum árum síðani, og ynskir fyrst og fremst at verja áhugamálini hjá brúkarunum.
Ein háttur at røkka hesum endamáli er at ávirka politiska myndugleikan. Og hetta varð gjørt í farnu viku, tá skipað varð fyri pallborðsfundi um brúkaramál saman við umboðum fyri allar flokkar á tingi.
Grundarlagið undir fundinum var ein frágreiðing frá Ráðharraráðnum hjá Norðurlandaráðnum um brúkaraøkini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.