Í dag lótu fimm fólk lív í tveimum skalvalopum í Eysturríki, veit fjallabjargingartænastan í Salzburg at siga.
Á myndini omanfyri síggjast bjargingarfólk leita eftir saknaðum í skalvalopunum.
- Hendingin fór fram við fjallið, sum verður rópt Finsterkopf, sigur eitt talsfólk fyri fjallabjargararnar.
Fýra av fólkunum, sum endaðu undir skalvalopinum, lótu lív, og onnur fingu álvarsligar løstir.
Fyrr í dag læt eisini ein onnur kvinna lív í skalvalopi í Eysturríki, og hetta hendi í økinum, Bad Hofgastein.
Sagt verður, at boðað hevur verið frá vandanum við skalvalopum í økjunum.
Vandin sigst vera serliga stórur, tá nýggjur kavi legst omanyvir gamlan kava, og nýggi kavin ikki hevur fest seg.
Enn er ikki almannakunngjørt, hvørji fólkini eru, sum hava latið lív í skalvalopi í Eysturríki í dag.











