Frammanfyri 11.000 áskoðarum í Malmö Arena legði Svøríki væl frá landi í EM-bólki E. Svenskarar vunnu 36-31 á Niðurlondum, ið Føroyar møttu tríggjar ferðir í 2025. Í steðginum var Svøríki á odda 16-12.
Felix Claar var við átta málum toppskjútti hjá Svøríki. Rutger ten Velde var toppskjútti hjá Niðurlondum við níggju málum.
Í hinum dystinum í bólki E gav undirtippaða liðið úr Georgia kroatisku favorittunum ein skarpan gang. Men Kroatia reið stormin av, og knógvaði ein 32-29 sigur. Í steðginum var Kroatia á odda 15-14.
Mario Šoštarić var við átta málum toppskjútti hjá Kroatia. Toppskjútti hjá Georgia við sjey málum var Giorgi Tskhovrebadze.
Skráin fyri bólk E:
17. januar: Kroatia – Georgia 32-29
17. januar: Svøríki – Niðurlond 36-31
19. januar: Niðurlond – Kroatia, kl. 17.
19. januar: Georgia – Svøríki, kl. 19.30.
21. januar: Niðurlond – Georgia, kl. 17.
21. januar: Svøríki – Kroatia, kl. 19.30.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Svøríki-Niðurlond 36-31 (16-12):
##med2##











