Fimm sjónleikamettaðir dagar

Mikukvøldið vórðu teir Norðurlendsku Sjónleikaradagarnir settir í Norðurlandahúsinum. Á setanini var norðurlendska dramatikaravirðislønin handað Jóanesi Nielsen, rithøvundi. Yrkingar vórðu lisnar upp og mentamálaráðharrin setti sjálva stevnuna

Fyri meir enn fullsettari Klingru kundi Páll Danielsen, formaður í Leikarafelag Føroya, bjóða vælkomin til setanina av Norðurlendsku Sjónleikaradøgunum.
Sjónleikaradagar, sum verða pakkaðir við leikum úr øllum Norðanlondum. Páll Danielsen nam við týdningin av sjónleiki í samfelagnum, og eitt sindur av søguni hjá sjónleikinum í Føroyum. Harafturat varð dreymurin um Tjóðarpall Føroya eisini tikin fram.
Eftir sjálva vælkomstrøðuna slapp Annika Hoydal framat. Hon las yrkingina "Thi natten kommer" eftir William Heinesen. Við einum hátíðarligum dámi resiteraði hon yrkingina fyri Klingruni.
Og so var tíðin komin at seta sjálva stevnuna. Ongin minni enn mentamálaráðharrin, Annlis Bjarkhamar, hevði fingið æruna av at seta stevnuna.
Mentamálaráðharrin eisini við týdningin av sjónleiki í okkara landi, og nevndi hon tað stóru avbjóðing sjónleikurin fekk av tí sokallaða sjónvarps-miðlinum.
? Men sjónleikurin yvirlivdi ikki bert, men stendur heldur bara sterkari enn hann nakrantíð hevur gjørt, segði Annlis Bjarkhamar millum annað í setanarrøðu síni.
? Ein kann siga, at í sjónleiki er tað einaferð fyri allar, hvørja ferð. Sjónleikurin verður føddur, livir og doyr, hvørja ferð hann verður vístur.
Annlis Bjarkhamar nevndi eisini, at umstøðurnar hjá sjónleiki í Føroyum eiga at betrast, og dreymurin um ein føroyskan tjóðarpall er ikki longur bert ein dreymur, men er so við at gerast til handling.
Eftir sjálva setanina kom tann løtan nógv hava bíða eftir. Salurin, sum var fullsettur av áhoyrarum, sjónleikarum, politikkarum og meinigum borgarum, sat í andakt og lurtaði meðan Guðjón Pedersen, formaður í Norðurlendsku Teaturuniónini, fortaldi øllum, hví dramatikaravirðislønin fall á Jóanes Nielsen.

Uttan Grímu ? ongin weekend

Seks leikir vórðu innstillaðir til norðurlendsku dramatikaravirðislønina, og har ímillum var "Eitur nakað land Week-end?" eftir Jóanes Nielsen.
? Leikurin er eitt drama í okkara tíð. Vit hitta Jóhannu og aðrar sjúklingar á eini psykiatriskari deild, har álvari og gaman er ein av styrkjunum hjá rithøvundinum. Teksturin er orginalur, er yvirraskandi og opnar okkara sinn, segði Guðjón Pedersen millum annað áðrenn virðislønin varð handað føroyska rithøvundinum.
Og tað vóru lógvabrestir, sum fagnaðu Jóanesi Nielsen tá dramatikaravirðislønin varð honum givin í hendi.
Í stuttari røðu nevndi rithøvundurin millum annað, at uttan Grímu, hevði leikurin helst ikki verið til. Hann vísti á, at Gríma er ein motiveraður bólkur av sjónleikurin, sum eggjar rithøvundinum.
? Jeg er beæret over at modtage Nordirsk Dramatikerpris, segði Jóanes Nielsen at enda.
Eftir sjálva handina las Hans Tórgarð yrkingina Brúgvavakt eftir Jóanes Nielsen á svenskum.
Og setanin endaði við at Terji Rasmussen og Stamen Stantchev á klaver, framførdu yrkingina Kvøld, sum Jóanes Nielsen eisini hevur yrkt.