Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2022 eru 3.500 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir. Umsóknarfreistin at søkja um part av kvotuni var mánadagin 22. aug. 2022. Fiskimálaráðið fekk átta umsóknir um part av kvotuni og tilsamans varð søkt um 7.600 tons, sigur Fiskimálaráðið.
Eftir innanhýsis viðgerð, og í samráð við Havstovuna, eru fimm umsóknir játtaðar, sum hava fingið tillutað tey 3.500 tonsini, sum vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti. Tá ið umsóknirnar vórðu viðgjørdar, varð serligur dentur lagdur á menningarvirðið og nýskapanarvirðið í royndunum. Í hesum sambandi verður sildin avreidd til virki á landi, sum síðani skulu virðisøkja hana og menna nýggjar vørur. Eins og undanfarin ár verða nakrar serligar treytir settar, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið.
Feløgini, sum hava fingið játtan, eru:
Jupiter, í samstarvi við Pelagos, fekk 500 tons
Kósin fekk 1.100 tons
TG Seafood fekk 950 tons
Varðin Pelagic fekk 450 tons
Jókin, í samstarvi við Pelagos, fekk 500 tons