Tveir menn í Indonesia eru sektaðir við koyrilsbrestum fyri at hava havt kynsligt samband.
Tíðindastovan NTB, sum norska kringvarpið endurgevur, veit at siga, at menninir eru dømdir fyri at hava havt kynsligt samband við hvønn annan.
Í Indonesia er ikki loyvt fólki av sama kyni at hava kynsligt samband við hvønn annan.
Tað var ein shariadómstólur í konservativa landslutinum Aceh, sum dømdi menninar til koyrilsbrestir.
- Landsluturin praktiserar sharialógir, veit tíðindastovan NTB at siga.
Amnesty International hevur fordømt revsingini.
- Slíkar atgerðir móti samkyndum eiga einki pláss í rættvísum og menniskjaligum samfeløgum, sigur landspartastjórin í Amnesty International, Montse Ferrer.