Liðini hjá Ísaki og Tróndi vunnu í svensku steypakappingini

HF Karlskrona og Sävehof vunnu greiðar sigrar í kvøld

Tað gjørdist eitt gott kvøld hjá tveimum føroyingaliðum í svenskum hondbólti í kvøld. 

 

Ísak Vedelsbøl (myndin) og liðfelagarnir í Sävehof vunnu í innleiðandi bólki 6 í svensku steypakappingini greiðan sigur á heimavølli.

 

Sävehof vann 35-28 á Guif í høllini í Partille. Í steðginum var Sävehof frammanfyri 19-16.

 

Ísak skoraði fýra mál í kvøld.

 

Sävehof hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Tyresö og Guif hava tvey stig fyri tveir dystir, og Huddinge er aftast við ongum stigi fyri ein dyst.

 

Í innleiðandi bólki 4 vunnu Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Karlskrona stórsigur 41-23 á Linköping. Í steðginum var Karlskrona frammanfyri 18-13. Tróndur skoraði tvey mál.

 

Karlskrona hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. AMO hevur fýra stig fyri tveir dystir. Drott Halmstad og Linköping hava einki stig. Drott hevur spælt ein dyst, og Linköping hevur spælt tveir dystir. Tí endar Karlskrona sannlíkt á næstfremsta plássinum í bólkinum.