Eitt av málunum, sum uttanlandsnevndin hjá Føroya Løgtingi og Føroyanevndin hjá Fólkatinginum, hava viðgjørt í vikuni, nú danska nevndin hevur vitjað her á landið, er spurningurin um betri marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur.
Tørvur er á tí
Bæði Pia Larsen úr Venstre, formaður í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum, og Johan Dahl, formaður í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, eru av teirri áskoðan, at tað er umráðandi at geva sær stundir at finna best møguligu loysnina fyri Føroyar, tá ið tað snýr seg um limaskap í handilsfelagsskapum og um nýggjar handilsavtalur.
- Høvuðsendamálið er at skaffa føroyingum betur atgongd til marknaðir ymsastaðnis í heiminum, og um tað er við einum EFTA-limaskapi ella við øktum samstarvi við ES, tað noyðast vit at finna út av, sigur Pia Larsen.
Fólkatingslimurin vísir á, at eisini danski forsætismálaráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, á ríkisfundinum í Leynum herfyri, legði dent á, at danir vilja hjálpa føroyingum í arbeiðinum við at fáa betur marknaðaratgongd. Pia Larsen sigur eisini, at eingin ivi er um, at føroyingar hava stóran tørv á at fáa nakrar betur handilsavtalur, ið kunnu verða føroyska útflutninginum at frama.
Eisini Johan Dahl, formaður í uttanlandsnevndini, er av teirri sannføring, at tað er neyðugt hjá føroyingum at gera gjøllar kanningar, áðrenn teir taka endaliga støðu til ein møguligan EFTA-limaskap.
- Vit noyðast at kanna, hvat er best fyri Føroyar, og hvussu sleppa framat teimum ymisku marknaðunum. EFTA er ein møguleiki, men tað er eingin ivi um, at ES við øllum sínum nýggju limalondum er ein risamarknaður, og at hesin marknaður er avgjørt verdur at kanna nærri, sigur formaðurin í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.