Finnur er aftur í Sarpugerði

Víkingur hevur fingið málrevin, sum felagið hevur saknað

So er tað váttað, sum hevur ljóðað í nógvar vikur.

Finnur Justinussen verður aftur at síggja í ljósabláu troyggjuni hjá Víkingi, og hann verður aftur at síggja í álopinum hjá Víkingi.

Í Føroyum og føroysku kappingini hevur Finnur Justinussen bara átt heimavøll í Sarpugerði, har hann hevur umboðað GÍ og Víking.

Síðstu árini hevur hann verið undir lestri í Danmark. Har hevur hann spælt við fleirii donskum feløgum. Nú er lesturin lokin, og Finnur flytur saman við familjuni heim aftur til Gøtuog Víking, veit Víkinguar at siga íkvøld.

Tølini siga, at Víkingur nú fær álopsspælara við góðum máltevi. Í 178 dystum í bestu deildini hevur Finnur skorað 98 mál.

Síðani tað í heyst varð greitt, at Eyðun Klakstein var nýggjur venjari, hevur Víkingur styrkt seg við fleiri góðum spælarum. Umframt Finn Justinussen er talan um Lukasz Cieslewicz, Ara Olsen, Jákup Johansen. Fyri stuttum skrivaði Bogi Reinert Petersen, sum fór at spæla við Víkingi síðsta summar, undir avtalu, sum ber við sær, at hann aftur í ár fer at spæla við Víkingi.