KÍ hevur eina lítla favorittstøðu í steypafinaluni

Her eru oddsini upp á steypafinaluna millum Víking og KÍ

Klokkan 19 í kvøld byrjar finalan í kappingini um løgmanssteypið á Tórsvølli, har Víkingur og KÍ hittast fyri fjórðu ferð í 10 ár.

 

R1 vísir steypafinaluni, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Í fjør vann KÍ 2-0 á Víkingi í steypafinaluni, og í 2022 vann Víkingur 1-0 á KÍ í steypafinaluni. Í steypafinaluni í 2016 vann KÍ á Víkingi aftaná brotssparkskapping.

 

Í landskappingini í ár vann KÍ 6. apríl 1-0 á Víkingi í Klaksvík. 19. juni leiktu liðini javnt 2-2 í Norðragøtu. 

 

KÍ hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)

 

Oddsini upp á sigur til Víking liggja millum 3,00 og 3,10.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,50 og 3,60. 

 

Oddsini upp á sigur til KÍ liggja millum 1,95 og 2,00. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##