Ítróttafeløgini klár til oyggjaleikirnar

Nú Tórsbreyt er uppstigað og aftur klár til venjingar og kappingar, eru ítróttarfeløgini eisini klár til oyggjaleikirnar.

 

Hvirlan og Bragdið eru millum feløgini, sum hvønn dag brúka Tórsbreyt til venjing, og uppstigaða breytin lýkur altjóða krøv og gevur ítróttinum enn betri karmar. Her kunnu íðkarar venja undir góðum umstøðum og fyrireika seg til komandi kappingar.

 

Ein av næstu og heilt serligu kappingunum er Oyggjaleikir, sum standa fyri framman. Oyggjaleikirnir eru eitt serligt høvi at vísa, hvat føroyskur ítróttur hevur at bjóða, nú íðkararnir fara at kappast á heimavølli.

 

Vit gleða okkum.