Logos Hope liggur við vestaru bryggju í Klaksvík, og í dag, leygardag, verður aftur høvi hjá almenninginum at vitja skipið.
Skipið, sum føroyingar best kenna sum gomlu Norrønu, er í dag eitt altjóða trúboðaraskip. Umborð búgva og arbeiða fleiri hundrað sjálvboðin úr nógvum ymiskum londum.
Bókasølan og kaféin lata upp klokkan 10 í morgun og eru sambært skránni opin til á midnátt.
Logos Hope hevur heimsins størsta flótandi bókahandil. Har eru túsundatals bøkur til bæði børn og vaksin, og úrvalið fevnir millum annað um barnabøkur, skaldskap, vísindi, søgu, mál, matgerð og kristnar bøkur.
Frá klokkan 14 til 23 verður eisini skipað fyri rundvísingum umborð. Hetta gevur vitjandi høvi at síggja meira av gamla føroyska ferðamannaskipinum og fáa innlit í lívið hjá altjóða manningini.
Klokkan 20 verður altjóða tiltakið Meet the World. Har verður høvi at uppliva nakað av tí stóra mentanarliga fjølbroytinum umborð á skipinum, har fólk úr nógvum tjóðum búgva og arbeiða saman. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.
Logos Hope verður eisini opið sunnudagin. Tá verður millum annað altjóða gudstænasta um morgunin, og bókasølan, kaféin og rundvísingarnar lata upp klokkan 14. Vitjanin endar við einari felags farvælløtu á vestaru bryggju sunnukvøldið klokkan 22.
Nærri kunning og tilmelding til tiltøkini fæst á almennu síðuni hjá OM.










