Fiski/sjómannaskattaskipanin ? Búskapur

Tað er ikki smávegis viðger uppskot landsstýrisins um Fiski/sjómannaskattaskipan hevur fingið í fjølmiðlunum seinastu tíðina.

Sigast kann, at útgangsstøðið fyri viðgerðum fyri tað mesta hevur snúð seg um rættleikan í at gera eina skipan fyri ein ávísan bólk, nevniliga fiskimenn. Aðrir samfelagsbólkar hava sagt seg hava sama rætt til skattalætta. Serliga er tað Sosialurin, sum hevur roynt at vent endamálinum við lóggávuni fyri at seta partarnar á arbeiðsmarknaðinum upp ímóti hvørjum øðrum. Seinasta nosið var at taka sjálvan landsbankastjóran inn í viðgerðina út frá einum landsbúskaparligum vinkli. Tað er ótrúligt, at Sigurd Poulsen letur seg brúka til at gera búskaparligar metingar av einum lógaruppskoti, har hann ger sína niðurstøðu uttan at taka høvuðsgrundgevingarnar fyri uppskotinum við í hesa niðurstøðu.

Endamálið við lógaruppskotinum um skattalætta til fiski- og sjómenn er at fremja ein skattapolitikk, sum:

1. Steðgar fráflytingini av fiski- og sjómonnum, og harvið varveita núverandi skattagrundarlag so nøkulunda.

2. Skapar grundarlag fyri, at teir menn, sum eru fluttir, kunnu flyta heimaftur og gjalda skatt í Føroyum.

Føroya Landsstýri hevur saman við Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki og Finlandi skrivað undir eina dupultskattaavtalu, sum hevur serligar reglur fyri fiskimenn úr omanfyri standandi londum, sum gongur út uppá, at ein fiskimaður umborð á einum fiskiskipi úr hesum londum verður skattaður í tí landi, har hann hevur síni lívsáhugamál.

Tað vil siga, at ein føroyskur fiskimaður kann vera í vinnu umborð á einum fiskiskipi úr omanfyri standandi londum, og framvegis gjalda skatt í Føroyum.

Vit hava í dag frí arbeiðsrættindi í Norðurlondum. Tað eru tí skattaviðurskiftini í hesum londum, sum eru avgerandi fyri, hvar fiskimaður velur at búseta seg.

Vit hava gjørt útrokningar, sum vísa, at av 250.000,- kr. í hýru, er skatturin í :

Noregi22,5%

Danmark33%

Føroyum49%

Tað eru tí heilt klárir fyrimunir fyri fiskimenn at flyta til Noreg og Danmark av skattaávum

Tað eru umleið 100 føroyskir fiskimenn fluttir til Noreg og gjalda skatt har, meðan nakað færri eru fluttir til Danmarkar. Eisini eru menn umborð á føroyskum skipum men búgva uttanlands og gjalda skatt har. Tá flestu av hesum monnum eru yvirmenn, er miðalhýran minst 300.000,- kr. um árið.

Sostatt hevur Føroyar longu mist skattainntøku frá í minsta lagi

150 mans á 300.000,- kr. ella 45 mió. kr. Skatturin av hesum hevði verið 22 mió. kr.

Verður onki gjørt við tillaging av okkara skattaskipan, soleiðis at hon kemur í betri samsvar við skattalógirnar rundan um okkum, er vandi fyri, at nógv fleiri fiskimenn, sum longu í dag eru uttanlands í vinnu, flyta við familju av landinum.

Vit vita, at tað eru fleiri hundrað føroyingar, sum enn búgva og gjalda skatt í Føroyum, men sum sigla við øðrum norðurlendskum fiskiskipum. Fara allir hesir eisini av landinum, missa vit alt tað skattagrundarlagið eisini. Tí verður uppskotið um skattalætta lagt fram, sum hevur til endamáls at lækka skattatrýstið úr teimum 49% niður í 36% av eini inntøku uppá 250.000,- kr.

Av tí at vit hava felags norðurlendskan arbeiðsmarknað, er neyðugt at gera skipanina galdandi fyri allar fastbúgvandi føroyskar fiskimenn.


So til tað búskaparliga

Vit hava sum longu sagt havt eina fráflyting av 150 fiskimonnum á 300.000,- kr. ella 45 mió. kr. í inntøku. Bruttoskatturin av hesi mistu inntøku er 22 mió. kr.

Um 300 mans á 300.000,- kr. aftrat flyta, minkar skattskylduga inntøkan við 90 mió. kr. Skatturin av hesum er 44 mió. kr.

Hesar 44 mió. kr. skulu setast upp ímóti kostnaðinum av øllum skattalættauppskotinum, sum er 42 mió. kr. Haraftrat kemur MVG v.m. av eini inntøku uppá 90 mió. kr.

Koma so hinir 150 menninir heim, økist skattainntøkan frá 45 mió. kr. við 22 mió. kr. til 66 mió. kr.

Harnæst fær føroyski búskapurin inntøku í fremmandum gjaldoyra uppá 135 mió. kr. í hørðum valuta, tí tað skal ongin innflutningur til fyri at skapa hesa virðisøking í búskapinum.

Og hvør búskaparfrøðingur, sum hevur sett seg inn í málið, kann mæla frá hesum. Eg haldi tað vera heilt uppá sítt pláss at gera hesa skipan, sum tekur burtur tann stóra munin, sum er á okkara skattaskipan í mun til skipanir, sum eru galdandi fyri fiskimenn í okkara grannalondum.

Við hesum tiltaki er betri fíggjarligt grundarlag fyri at geva skattalætta til alt Føroya fólk, og tað er endamálið.


Anfinn Kallsberg

landsstýrismaður