##med2##
Eitt øðrvísi fótbóltspanel var á skrá hjá FM1 seinnapartin í dag.
Talan var um eitt fjepparapanel við Eyðuni Samuelsen (HB), Boga Simonsen (B36), Jóhan Johannesen (NSÍ) og Eyðuni Thorgeirsson (KÍ).
Umframt at svara spurningum og viðmerkingum frá lurtarunum hjá FM1, so tjakaðust Eyðun S, Bogi, Eyðun T og Jóhan um hvussu langt spælarar og venjarar kunnu fara tá teir viðmerkja fótbóltsdømingar. Har vóru teir rættiliga langt samdir um, at talufrælsið eigur at verða galdandi, og vánalig døming eigur at kunna fáa kritikk uttan avleiðingar.
Á einum øðrum øki eru teir fýra eisini samdir, Petur Knudsen hjá NSÍ er ársins spælari í Betrideildini 2020, nærmasti kappingarneyti er HB-málverjin, Teitur Matras Gestsson.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.