Fjepparar hita upp til finaluna

Bæði fjeppararnir hjá HB og EB/Streymi skipa fyri upphiting til stóra brakið í Gundadali í kvøld.

Í Bowlinghøllini hittast EB/Streymafjepparar kl. 15.30, soleiðis at teir koma í rætta hýrin til teirra fyrstu steypafinalu nakrantíð.

 

HB-fjepparar ? ella Red Lions, sum teir nú rópa seg ? skipa saman við HB-stuðlum fyri upphiting í HB-húsinum. Tey fara at byrja kl. 16 og ætla tey at gera alt tey eru ment, fyri at tey kunnu økja um talið av steypafinalusigrum hjá HB, sum jú er mest vinnandi liðið í steypakappingarhøpi.

 

HB hevur vunnið steypafinaluna 26 ferðir, meðan tað nærmasta EB/Streymur nakrantíð hevur verið steypafinaluni áður, var í fjør tá teir taptu semifinaluna móti B36.