Fjórði javnleikurin á rað hjá Grimsby Town

David Geza Turi hevði aftur eitt gott leikligt avrik í dag

Fjórða dystin á rað í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two leiktu David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town javnt.

 

Í dag gjørdist talan um javnleik 2-2 á útivølli móti Cheltenham.

 

Heimaliðið var á odda 2-0 í steðginum. Longu í øðrum minutti í seinna hálvleiki tendraði Mark Shelton eina vón hjá Grimsby. Tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Kieran Green til 2-2.

 

Grimsby eru nummar 11 í deildini við sjey stigum fyri fimm dystir. Bristol Rovers er fremst í deildini við 12 stigum.

 

Aftur í dag fær Geza góðan karakter fyri sítt leikliga avrik. Sofascore hevur Geza sum besta leikaran hjá Grimsby, og gevur honum karakterin: 7,2 (av 10 møguligum). Geza er eisini best hjá Soccerstand. Har fær hann karakterin: 7,0.