SMS: Stjørnan koppaði verandi greipuvinnarunum

Kyndil var á odda í steðginum

Mynd: HSF

Ein dystur er seinnapartur leiktur í SMS-deildini.

 

Verandi greipuvinnararnir, Kyndil tóku í Høllini á Hálsi suður móti Stjørnuni.

 

Kyndil var á odda 11-10 í steðginum, men í seinna hálvleiki vóru klaksvíkskvinnur omaná, og vunnu at enda dystin 22-20.

 

Bára Krossteig Hansen var við seks málum toppskjútti hjá Kyndli. Við átta málum var Mina Sirdal Henriksen toppskjútti hjá Stjørnuni.

 

Fríggjakvøldið vann Neistin í Høllin á Hálsi norður 30-20 (12-8) á EB. 

 

Í morgin klokkan 14 tekur StÍF móti VÍF í høllini á Skála. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Kyndil og Stjørnuna:

 

##med2##

 

Mynd: HSF